Starvsfólk til goymsluna hjá Atlantic Airways

Vit leita eftir einum starvsfólki til goymsluna hjá teknisku deild hjá Atlantic Airways.

Høvuðsuppgávurnar fevna um at taka ímóti lutum, amboðum vm. og skráseta hetta í skipan okkara. Eisini verður tað tín uppgáva at senda lutir til ymsar veitarar, at verða til staðar til myndugleikaeftirlit og at halda goymsluna reina og ruddiliga. Umframt hetta, skalt tú eisini rokna við nakað av skrivstovuarbeiði.

Tað hevur stóran týdning, at tú...
dugir føroyskt, danskt og enskt bæði í skrift og talu
… ert fleksibul
… ert ábyrgarfull/-ur, álítandi og væl skipað/ur
… ert fyrikomandi og arbeiðssamur/som
… dugir at brúka teldu á vanligum stigi

Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða...
… fast starv í skiftandi vaktum
… eitt áhugavert og fjølbroytt starv
… eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss, har tú kemur í samband við nógvar ymiskar deildir

Krav:
Tú skalt vera fylt/ur 18 ár, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá líknandi starvi.

Setan:
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært avtalu.

Starvsstaðurin er í hangari okkara á Vága Floghavn. Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Richard Johansen, viðlíkahaldsleiðara, á tlf. 213785 ella á [email protected].

Arbeiðstíðin á goymsluni er vanliga frá 08-16, men neyðugt er at arbeiða aðrar tíðir eisini (eisini leygar-, sunnu- og halgidagar).

GG: Ein treyt fyri at kunna arbeiða á Vága Floghavn er, at viðkomandi er góðkendur av løgregluni. 

 

Umsókn
Skrivlig umsókn við mynd, møguligum viðmælum, avriti av prógvum, lívsrensli (cv) v.m. skal sendast við telduposti til [email protected].

Umsóknarfreistin er hósdagin 26. september 2019.