_

Vágar runt við tyrlu

Vilt tú uppliva Vágar frá luftini? So hevur tú møguleikan nú, tí tyrlan hjá Atlantic Airways flýgur rundferð yvir Vágum hvønn mánadag kl. 15.50.
Flogið verður framvið fleiri av teimum vælumtóktu støðunum í Vágum so sum Fjallavatn, norð á Víkar og inn aftur sunnanfyri oynna framvið Trælanípu og Bøssdalafossi.

Nær: mánadagar kl. 15.15
Tíðarskeið: 10. juni - 12. august 2024
Longd: 20 minuttir
Hvar? Fráferð frá flogvøllinum í Vágum 
Kostnaður: DKK 1650 fyri hvønn
Í mesta lagi 12 fólk sleppa við í senn.

Bílegging: TRÝST HER.

Gevið gætur!
Túrurin verður bert flogin, um veðrið er til vildar og kann annars vera broyttur samsvarandi veðurlíkindunum. Tyrlan er partur av tilbúgving Føroya, og tí kunnu túrar verða útsettir (bæði dagur og klokkutíð) orsakað av bjargingaruppgávum.