Síggj staðið, har James Bond - eftir øllum at døma - lat lív í 007 filminum “No Time to Die”.
Við tyrluni kanst tú síggja ta hugtakandi náttúruna við Kallin og vitan, og síðst – men ikki minst eisini minnisvarðan eftir James Bond sjálvan.
Nær: Mikudagar kl. 14.30
Tíðarskeið: 14. juni til 16. august 2023
Longd: 20 minuttir
Hvar? Fráferð frá tyrlupallinum í Klaksvík
Kostnaður: DKK 1500 fyri hvønn
Í mesta lagi 12 fólk sleppa við í senn.
Bílegging: TRÝST HER.
Gevið gætur!
Túrurin verður bert flogin, um veðrið er til vildar og kann annars vera broyttur samsvarandi veðurlíkindunum. Tyrlan er partur av tilbúgving Føroya, og tí kunnu túrar verða útsettir (bæði dagur og klokkutíð) orsakað av bjargingaruppgávum.