Kunning í samband við Covid-19

Myndugleikarnir avtaka kravið um sóttarhald fyri ferðandi úr Danmark og Íslandi frá 15. juni 2020. Ítøkilig kunning frá myndugleikunum um atferðarreglur og kanningar verður kunngjørd skjótt.

 

Hvør skal í sóttarhald?

Myndugleikarnir avtaka kravið um sóttarhald fyri ferðandi úr Danmark og Íslandi frá 15. juni 2020. Ítøkilig kunning frá myndugleikunum um atferðarreglur og kanningar verður kunngjørd skjótt.

Les HER um tilmælini viðvíkjandi sóttarhaldi.

 

Hvussu verður flogið komandi tíðina?

Tll og við 14. juni 2020

Flogið verður bert til Keypmannahavnar mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag.

Flognummur og tíðspunkt:

FAE-CPH: RC450 fráferð kl.10:15

CPH-FAE: RC453 fráferð kl.14:20

 

Frá 15 juni 2020

Flogið verður til:

Ísland: Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Keflavíkar mána-, miku- og fríggjadag (les meira)

Keypmannahavnar: hvønn dag

Billund: Hvønn hósdag og fríggjadag

 

GG! Ferðslan kann væl broytast.

 

 

Hvør kann ferðast?

Mynduleikarnir hava stongt landdamørkini fyri útlendingum og ferðandi, sum ikki hava eina haldgóða orsøk til at koma til landið.

Danskir ríkisborgarar (t.e. føroyingar, danir og grønlendingar) kunnu framhaldandi koma til Føroya.

Mørkini til Føroyar eru eins og til Danmarkar stongd fyri útlendingum, sum ikki hava eina haldgóða orsøk at koma til landið.

Ein haldgóð orsøk er t.d. arbeiði.

Løgreglan hevur eftirlit á flogvøllinum við øllum, sum koma til Føroya úr útlandinum.

Myndugleikarnir fráráða øllum óneyðugum ferðum úr Føroyum.

GG! Bert fólk uttan sjúkueyðkenni sleppa at ferðast við Atlantic Airways.

Hví eri eg umbókað/ur?

Korona-tiltøkini hjá myndugleikunum hava við sær stórar tillagingar av flogferðsluni, sum er nógv skerd. 

Atlantic Airways veit av góðum grundum ikki, hvør hevur fyri neyðini at ferðast, og tí royna vit at umbóka ferðafólk, har tað er gjørligt.

Øll ferðafólk við fráferð áðrenn 30. juni 2020 kunnu broyta ferðaseðilin ókeypis ella fáa ein tilgóðarseðil.

GG! Um tú hevur fingið boð um, at tú ert umbókað/ur eftir, at tú hevur sent fyrispurning um at fáa ein tilgóðarseðil, heita vit á teg um IKKI at ringja til okkara. Fyrispurningurin hevur framvegis gildi. Kundatænastan hevur sera nógvar fyrispurningar niðurfyri og viðgerð tín sum skjótast.

Hvat ger Atlantic Airways fyri, at smittuvandin er so lítil sum gjørligt?

ÁÐRENN TÚ KEMUR UMBORÐ:

Tað verður tikið hædd fyri møguligum smittuvanda, og tí verður gjørt eyka væl reint umborð á øllum okkara flogførum.

Áheitan á ferðafólk at boða frá, um tey hava verið í vandaøki, so til ber at taka neyðugu fyrivarnini og minka mest møguligt um smittuvandan.

MEÐAN TÚ ERT UMBORÐ:

Luftin umborð verður útskift og reinsað gjøgnum eitt serligt filtur, sum drepur 99,99% av bakterium.

Vit hava hert mannagongdir fyri at avmarka smittuvandan, bæði tá ið tað kemur til reinføri, eins væl og tá ið tað umræður mannagongdir hjá flogmanningini.

Verður bíðað eftir ferðafólkum frá Smyrli?

Atlantic Airways bíðar eftir ferðafólkum, sum koma við Smyrli  kl. 09:05 til Havnar og skulu flúgva sama dag  kl. 10:15 við Atlantic Airways RC450.

GG: Tað er umráðandi at ferðafólk gera vart við seg á tlf. 341099. 

VILT TÚ BROYTA TÍN FERÐASEÐIL?

Nú myndugleikarnir ráða fólki frá at ferðast, um tað ikki er neyðugt vil Atlantic Airways fegin hjálpa okkara kundum at finna bestu loysnirnar í hesi serstøku Covid-19 støðu.

Tí hava vit gjørt nakrar serskipanir, soleiðis at kundar kunnu broyta sínar ferðir uttan broytingargjald ella fáa ein tilgóðarseðil uppá fullu upphæddina.

Broyt tína flogferð

Ferðaseðlar keyptir áðrenn 15. mars 2020:

Um flogferðin er áðrenn 30. juni kann ferðaseðilin broytast ókeypis.

Ferðaseðlar keyptir eftir 15. mars 2020:

Um flogferðin er áðrenn 30. juni kann ferðaseðilin broytast uttan broytingargjald.

GG! Nógv trýst er á okkara Kundatænastu í løtuni. Vit heita tí staðiliga á ØLL, ið vilja útseta sín ferðaseðil. Um at trýsta á hesa leinkjuna niðast á síðuni og avgreiða broytingina á okkara heimasíðu.

Veitst tú ikki, nær tú vilt broyta til? Fá ein tilgóðarseðil

Atlantic Airways bjóðar øllum kundum, ið hava ein ferðaseðil og skulu ferðast áðrenn 30. juni 2020 at útseta ferðaseðilin og harvið eiga fullu upphæddina til góðar til, tá ið tú vilt ferðast. Tilgóðarseðilin er galdandi fyri tann ella teir persónar, ið eru skrásettir í upprunabíleggingini.

Flogferðin skal bíleggjast innan 1 ár frá tí tilgóðarseðilin er móttikin og ferðast kann upp til 360 dagar eftir ferðin er bíløgd.

Er ferðaseðilin keyptur frá eini ferðaskrivstovu?

Um ferðin er keypt frá einari ferðaskrivstovu, mást tú seta teg í samband við ferðaskrivstovuna.

Atlantic Airways kann bert broyta ferðaseðlar, ið eru keyptar beinleiðis frá Atlantic Airways umvegis atlantic.fo ella okkara Sølu og Kundatænastu.

Hvørjar møguleikar havi eg?

Um flogferðin er avlýst, og tú ikki ert umbókað/ur, hevur tú hesar møguleikarnar: