_

_

_

Edinburgh

Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Edinburgh hósdagar og mánadagar frá 21. mars 2024. 

Visti tú, at flogtíðin bert er ein góðan tíma? Býarskáar til Edinburgh ganga sum heitt breyð, og tað er ikki uttan orsøk, tí har er nógv at taka sær til bæði, tá ið tað kemur til innkeyp, mentan, siðsøgu, matmentan við meira. Og hetta er árstíðin, har jólabýarskáar eru eitt gylt høvi at ferðast til Edinburgh fyri at taka sær av løttum. Jóladámurin í skotska høvuðsstaðnum er heilt serligur, og víðagitna Edinburgh Christmas Market (frá 17. november 2023) er eitt mást, tá tú vitjar Edinburgh um jóltíðir. 

Annars ber til at vitja kenda Edinburgh Castle ella far ein ræðutúr í Edinburgh Dungeon. Spáka tær eftir stóru innkeypsgøtuni Princes Street ella síggj býin frá ovaru hædd á einum Hop on/Hop off bussi. Edinburgh er í øllum førum eitt gott val til tína næstu ferð!

Hevur tú fyrispurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum við at ringja á telefon +298 34 10 00 ella við at senda ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!

Fakta um Edinburgh

Íbúgvatal 465.000
Tíðargeiri GMT
Mál Enskt
Gjaldoyra GBP