Reykjavík - KEF

Brøðratjóðin fyri vestan, Ísland, er sum flestum kunnugt eitt eftirspurt ferðamál. Ikki bert millum føroyingar, tí allur heimurin tykist hava fingið eygað á Ísland.

Geysir, Gullfoss, Tingvellir, Hallgrímskirkjan, Harpa... ja, listin er nærum endaleysur. Freistað/ur? Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Íslands fleiri ferðir um vikuna. Trýst her fyri at síggja ferðaætlanina.

Njót várið í Reykjavík: Fá tær ein býarskáa

Fá tær ein býarskáa í Reykjavík, har tú kanst taka tær av løttum eitt langt vikuskifti. Vitja grannar okkara og njót hugnaliga stórbýardámin í Reykjavík ella njót hita og vælveru í Bláa Lónið. Spáka tær ein túr eftir Laugardalsvegnum og hygg inn á gólvið á onkrari av teimum mongu kaffistovunum ella matstovunum. Tað er í øllum førum ongin orsøk til at keða seg. 

Kundi tú hugsað tær at farið ein túr? So hava vit gjørt tað lætt fyri teg. 

BÝARSKÁI 1: Reykjavík 1. - 4. mars 2019

- Flogferð: Vágar - Keflavík - Vágar
- Uppihald í dupultkamari á Hotel Reykjavík Marina v/morgunmati 

Kostnaður: 4.395 kr., tá ið tvey vaksin búgva saman 

Seinasta freist at bíleggja er 30. januar 2019. 

BÝARSKÁI 2: Reykjavík 03. - 06. maj 2019 

- Flogferð: Vágar - Keflavík - Vágar, íroknað ferða- og avgreiðslugjøld
- Uppihald í dupultkamari á Hotel Ísland v/ morgunmati 

Kostnaður: 3.495 kr. tá ið tvey vaksin búgva saman  

Seinasta freist at bíleggja er 28. februar 2019.

Treytir:

- Bíleggingin er bindandi, og ferðin skal gjaldast við bílegging.

-Prísurin er galdandi, tá ið tvey vaksin bíleggja og búgva saman

- Pakkaferðin kann ikki broytast; hvørki dagfesting, ferðamál ella navn.

- Verður ferðin avlýst, verða bert ferðaavgjøld endurrindað minus 100 DKK fyri hvønn í avlýsingargjaldi.

- Møtir tú ikki til fráferð, er ferðin mist

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum villum

 

Hevur tú fyrispurningar um pakkatúrar ella tilboð til Reykjavíkar?

Ring 34 10 00 ella send ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!


Fakta um Reykjavík - KEF

Íbúgvatal 122.000
Tíðargeiri GMT
Mál Íslendskt
Gjaldoyra ISK