Sølan er byrjað!
Flogið verður millum Vágar og Stewart flogvøllin, sum liggur ein góðan tíma uttanfyri New York.
Tað verður skipað fyri bussflutningi inn til býin í sambandi við komunar hjá Atlantic Airways, og tað fer at bera til at keypa sær pláss við bussinum frammanundan. Meira kunning um bussflutning kemur seinni.
Atlantic Airways fer at flúgva úr Vágum til New York týsdagar frá 22. august til og við 4. oktober, og flogferðin heim aftur verður mikudagar. Flogtíðin verður umleið sjey tímar.
Vinaliga legg til merkis, at tað er neyðugt við passnummari hjá øllum ferðandi, tá ið tú bíleggur ferðaseðil til New York.
Vit hava savnað nøkur prei til tín - tey finnur tú HER.
Vinaliga set teg væl inn í, hvørji krøv eru galdandi ísv. ferð tína til USA. Les meira niðanfyri.
The Electronic System for Travel Authorization (ESTA) er ein sjálvvirkandi skipan, sum finnur útav, hvørt tú hevur rætt til at ferðast til USA gjøgnum sonevndu Visa Waiver skipanina.
Øll, sum ferðast til USA gjøgnum Visa Waiver skulu senda sítt ferðaloyvi inn í seinasta lagi 72 tímar áðrenn fráferð, og eisini skulu ferðandi vísa loyvið, áðrenn tey fara umborð á flogfarið til USA.
Tú kanst søkja um ESTA við at trýsta á knøttin niðanfyri (letur upp í nýggjum kaga).
Tú skalt útflýggja okkum smálutir um øll ferðandi í seinasta lagi 72 tímar áðrenn fráferð - talan er um "Advanced Passenger Information" APIS. Hetta er eitt krav frá myndugleikunum í USA.
Tú kanst senda hetta inn undir "Mín bílegging" á okkara heimasíðu.
Vit hava tørv á hesum frá tær:
- Passnummar
- Útgongudagfesting
- Bústaðin, har tú fert at búgva í USA
Vinaliga set teg inn í møguligar Covid-19 ferðaavmarkingar og ferðaávaringar. Tað kann m.a. gerast á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum HER.
Amerikanskir myndugleikar krevja, at børn yngri enn 18 ár hava skrivliga váttan frá báðum foreldrum/verjum ella tí foreldri/verja, ið ikki er við á ferðini, tá børn ferðast við øðrum ella bara annað foreldrið er við á ferðini. Váttanin skal vera á enskum.
Neyðugt er við váttan í hesum førunum:
- Tá ið eitt barn yngri enn 18 ár skal inn í USA við ommu/abba uttan fylgi av foreldrum
- Tá eitt barn yngri enn 18 ár skal inn í USA einsamalt
- Tá eitt barn yngri enn 18 ár skal inn í USA við skúla, ítróttarfeløgum og líkn.
- Tá eitt barn yngri enn 18 ár skal inn í USA við øðrum enn sínum foreldrum
- Tá eitt barn yngri enn 18 ár skal inn í USA og ferðast við einum foreldri/verja (váttan neyðug frá hinum foreldrinum/verja)
Tú kanst lesa meira um hetta, og hvussu váttanin skal gerast á heimasíðuni hjá ESTA (letur upp í nýggjum kaga).
}Íbúgvatal | 8.460.000 |
Tíðargeiri | GMT-4 |
Mál | Enskt |
Gjaldoyra | USD |