Malta

Summarið 2018 flýgur Atlantic Airways sum nakað nýtt beinleiðis til Malta.

316 km2 stóra landið í Miðjarahavinum er sera væl umtókt sum ferðamannaland. Høvuðsstaðurin Valetta er á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv, og við sínum fleiri enn 320 fornminnum á 55 hektarum er Valetta ein tann søguríkasti býurin í heiminum. So tað er ikki uttan orsøk, at Malta er valt at vera mentanarhøvuðsstaður í Evropa fyri árið 2018.

Alt snýr seg sjálvandi ikki bara um mentan og søgu, tí á Malta eru sjálvsagt nógvar strendur, og um summarið er sera gott veður og nógv sól.

Fakta um Malta

Íbúgvatal 460.000
Tíðargeiri GMT+1
Mál Maltesiskt
Gjaldoyra EUR