London - LGW

Møguleikarnir eru óendaligir í dukandi metropolinum, London! Heimstaðurin hjá dupultdekkarunum og fish n' chips. 

Í summarfrítíðini 2020 flýgur Atlantic Airways beinleiðis til bretska høvuðsstaðin, har tú finnur alt, ið tær tørvar. Mentan, ítrótt, innkeyp, mat, sangleikir, marknaðir, konsertir og aðrar upplivingar av alskyns slagi. Skunda tær avstað, tí London um summarið er nakað heilt serligt. 

Vit flúgva hvønn týsdag í summarfrítíðini, og sølan byrjar mikudagin 26. februar 2020. 

Hevur tú fyrispurningar um pakkatúrar ella tilboð til London?

Ring 34 10 00 ella send ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!


Fakta um London - LGW

Íbúgvatal 8.900.000
Tíðargeiri GMT
Mál Enskt
Gjaldoyra GBP