Edinburgh - EDI


Visti tú, at flogtíðin bert er ein góðan tíma? Býarskáar til Edinburgh ganga sum heitt breyð, og tað er ikki uttan orsøk, tí har er nógv at taka sær til bæði, tá ið tað kemur til innkeyp, mentan, siðsøgu, matmentan við meira.

Vitja kenda Edinburgh Castle ella far ein ræðutúr í Edinburgh Dungeon. Spáka tær eftir stóru innkeypsgøtuni Princess Street ella síggj býin frá ovaru hædd á einum Hop on/Hop off bussi. Edinburgh er í øllum førum eitt gott val til tína næstu ferð!

Býarskáar í Edinburgh í heyst 

Hug til ein steðg frá gerandisdegnum? Lat okkum flúgva teg til Edinburgh, har tú kanst fáa tær ein býarskáa í hugnaliga, søguliga skotska høvuðsstaðnum.
Vit hava sett tveir býarskáar saman til Edinburgh í heyst.

 

Nær? 15.-19. okt. 2020 
Gisting: Ibis Edinburgh Center South Bridge Hotel við morgunmati
Kostnaður: 4.450 fyri hvønn í deildum dupultkamari
Seinasta freist at bíleggja er 23. september 2020.


Nær? 29. okt. - 2. nov. 2020
Gisting: Ibis Edinburgh Center South Bridge Hotel við morgunmati
Kostnaður: 4.395 fyri hvønn í deildum dupultkamari
Seinasta freist at bíleggja er 08. oktober 2020

Íroknað:

- Flogferð við avgjøldum
- Gisting á dupultkamari við morgunmati í fýra nætur
- Airlink Shuttle flutningur av flogvøllinum til Waverly Station aftur og fram
- 24 tíma Hop On/Off sightseeing-túrur
- Atgongd til Royal Yacht of Britannia


Bílegging: Ring til okkum á tlf. 34 10 00 ella skriva til [email protected] 

 

Treytir:
- Bíleggingin er bindandi, og tú skalt rinda, tá ið tú bíleggur
- Prísurin er galdandi, tá ið tveir persónar ferðast saman og deila dupultkamar
- Broytingar eru ikki loyvdar. Hvørki dagfesting, ferðamál og -tíð, navn ella onnur tilboð, ið eru íroknað
- Verður býarskáin avlýstur, verða bert avgjøld endurrindað - 100 DKK pr. persón í avlýsingargjaldi)
- Møtir tú ikki til fráferð, er býarskáin mistur
Avmarkað nøgd!

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum villum.

Hevur tú fyrispurningar um pakkatúrar ella tilboð til Edinburgh?

Ring 34 10 00 ella send ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!


Fakta um Edinburgh - EDI

Íbúgvatal 465.000
Tíðargeiri GMT
Mál Enskt
Gjaldoyra GBP