Aalborg - AAL

Atlantic Airways flýgur tvær ferðir um vikuna beinleiðis til Aalborg. Flogið verður hósdagar og sunnudagar fram til 20 august 2020. Hareftir verður flogið til Aalborg í samand við heyst- og jólaferiuna.

Aalborg er størsti býurin i Norðurjútlandi, og haðani er stutt til fleiri frítíðardeplar, summarhús, strendur og líknandi. 

Býurin hevur í sær sjálvum annars nógv ymiskt at bjóða: spennandi matuplivingar, hugtakandi byggilist, alskyns innkeypsmøguleikar, undirhald, hugnaligan stórbýardám og mangt annað.

Hevur tú fyrispurningar um pakkatúrar ella tilboð til Aalborg?

Ring 34 10 00 ella send ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!


Fakta um Aalborg - AAL

Íbúgvatal 208.000
Tíðargeiri GMT
Mál Danskt
Gjaldoyra DKK