KRAVD COVID-19 KANNING Á FLOGVØLLINUM

Føroysku myndugleikarnir krevja ferðafólk skulu kannast fyri covid-19 við komu til Føroyar.

Myndugleikarnir krevja eisini at tey ferðandi gjalda eitt covid-19 avgjald á 250 DKK.  Tað eru flutningsfeløgini, ið hava fingið til uppgávu at krevja avgjaldið inn. Ferðandi fáa tí eitt gjaldsleinki sendandi frá Atlantic Airways áðrenn fráferð. Um tann ferðandi ikki rindar um leinkið áðrenn fráferð, verður eitt ómaksgjald lagt afturat avgjaldinum. Harumframt verður bíðitíðin á flogvøllinum í Vágum longri.

Børn yngri enn 12 ár eru undantikin, bæði tá ið tað kemur til covid-19 kanningina og avgjaldið, men foreldur ella avvarðandi skulu kunna skjalprógva aldurin hjá barninum við td. passi.

Føroysku myndugleikarnir heita eisini á ferðandi um at lata seg kanna tveir dagar áðrenn komu til Føroya. Harumframt mæla myndugleikarnir til, at fólk lata seg kanna tveir dagar aftaná komu til Føroya og at øll ferðandi fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið frá 2. degi er tøkt (onnur krøv eru galandandi fyri ferðandi, ið koma frá "háváða londum" uttanfyri EU/Shengen - les meira her).

Les meira um tilmælini á www.corona.fo

Ferðafólk kunnu ikki sleppa undan at verða kannað á flogvøllinum við komu við at vísa á covid-19 kanningar, sum eru tiknar í fráfaringarlandinum, tí hesar verða IKKI góðtiknar. 

Tá ið tú kemur til Føroya, kanst tú keypa í tollfría handlinum á flogvøllinum og heinta títt viðføri sum vanligt, áðrenn tú fert út til kanningardepilin. Vit gera vart við, at væntast kann við nakað av bíðitíð.

Atlantic Airways og Vága Floghavn krevja, at øll ferðandi skulu vera í andlitsmasku bæði á flogvøllinum og á flogferðini.

GG! Ferðafólk, ið eru sjúk av covid-19, hava covid-19-sjúkueyðkenni ella eru í sóttarhaldi, sleppa IKKI at ferðast við Atlantic Airways

UNDANSKRÁSETING TIL COVID-19 KANNINGAR:

 

Har eru nógvir stórir fyrimunir hjá ferðandi við at undanskráseta seg til covid-19 kanning áðrenn fráferð:

  • Fá kanningarúrslitini beinanvegin, tey eru klár.
  • Bíligari! Rinda bara sjálvt avgjaldið á 250 kr. Um tann ferðandi ikki hevur goldið áðrenn fráferð, verður eitt eyka ómaksgjald lagt omaná sjálvt avgjaldið.
  • Skjótari! Stytt um bíðitíðina á flogvøllinum.
  • Fá eina nágreinaða talgilda kvittan við undanskráseting.

Rita inn niðanfyri og fyll kontakt- og gjaldsupplýsingarnar út fyri øll ferðandi í bíleggingini.