London - LGW


Tín vegvísari í London

Dukandi metropolur, tysjandi mannamúgvur, blinkandi lýsingaskelti, shopping, nógv ferðsla... Ja, ferðin er høg í London, býurin svevur ongantíð, og møguleikarnir eru stórt sæð óendaligir. Tú finnur okkurt til einhvønn smakk. Ítrótt, mentan, innkeyp, mat, sangleikir, marknaðir og upplivingar av alskyns slag.

Í summar flýgur Atlantic Airways beinleiðis til London.

Her fært tú nøkur prei til tína stórbýarferð í bretska høvuðsstaðnum. 

Skrivað hevur Ingrid Bjarnastein


1. Notting Hill/Portobello Road 

Mitt í kreativa og litríka býarpartinum Notting Hill liggur Portobello Road. Heimskendi Portobello Market hevur opið hvønn dag. Har finnur tú antikvitetir, mat og mótaklæðir hvørt um annað.

Høvuðsdagurin er tó leygardag, tá ið tað er “full market day” streyma fólk úr øllum herðashornum til Notting Hill.

Les meira á portobelloroad.co.uk


2. Borough Market 

Matmarknaðurin Borough Market. Her fært tú bestu rávørur og fantastiskan heitan mat. Hetta er ein tann elsti og størsti matmarknaðurin í London. Kemur tú fram á Ginger Pig, hevur tú funnið bestu pylsubreyð í London. Mikudag-leygardag er “full produce market”. Hinar dagar er úrvalið avmarkað og sunnudag er stongt.

Tak Jubilee ella Northern leiðina til London Bridge støðina.

boroughmarket.org.uk


3. Shopping í Carnaby Street og Westfield

Flestu stóru merkini hava flagship handlar á hesi gøtuni. Stórhandilin Liberty London liggur við endan á Carnaby Street. Bæði konufólka- og mannfólkaklæðir, barnaklæðir, búnýti o.m.a. er at finna í London Liberty. Á niðastu hædd er fremsti mannfólkaklædnahandilin í London og beint við, á Oxford og Regent Street, finnur tú handilsmiðstøðina Selfridges og hundraðtals handlar frá H&M til Nike og Apple. 

Tú kanst taka undirgrundina til Oxford Circus ella Picadilly Circus – Carnaby Street liggur mitt ímillum hesar báðar undigrundsstøðirnar.

Les meira á carnaby.co.uk og libertylondon.com

Westfield
Skalt tú “powershoppa” innandura, so far til Westfield í Sheperds Bush. Hetta er størsta sølumiðstøð í Evropa, og finnur tú tað ikki her, so finnur tú tað ongastaðni. Opið er frá kl. 10-22 mánadag til leygardag og sunnudagar frá kl. 12-18.

Fýra undirgrundstøðir steðga nærhendis. Tær eru Sheperds Bush, Sheperds Bush Market, Wood Lane og White City.
Les meira á uk.westfield.com/london


4. Shakespeare á the Shakespeare Globe

Her kanst tú uppliva uttandura sjónleik í sama stíli sum í Shakespeare’sa tíð. Shakespeare Globe liggur á Bankside beint undir liðini á Tate Modern savninum. Hinumegin Thames ánna liggur St. Paul’s Cathedral. Á heimasíðuni sært tú, hvørjir leikir verða framførdir. Í summar vísa tey millum annað romantiska sorgarleikin “Romeo & Juliet” og fleiri aðrar. Um tú ikki tímur at hyggja eftir Shakespeare, kunnu vit viðmæla eina guidaða rundferð í sjálvum sjónleikarahúsunum, the Globe, sum er sera hugtakandi.

Matstova/barrin Swan er at finna í the Globe og borðreiðir við øllum heilt frá morgunmati til kvøld-cocktails.

Les meira um the Globe á shakespearesglobe.com 


5. Sangleikir

Ongin Londontúrur uttan ein sangleik í West End. Ein ørgrynna er av velja ímillum, men her eru nakrir, sum vit vilja viðmæla.

Við børnum: Lion King, Aladdin, Harry Potter

Uttan børn: Chicago, The Book of Mormons, Hamilton

Leitar tú eftir sangleikum í London á netinum, finnur tú eitt ótal av møguleikum, so um hesir, ið eru nevndir her, ikki eru nakað fyri teg, so finnur tú heilt víst onkran annan, ið tær dámar.
Tú finnur atgongumerki til allar sangleikirnar í London her: londontheatredirect.com

Leitar tú eftir sangleikum í London á netinum, finnur tú eitt ótal av møguleikum, so um hesir, ið eru nevndir her, ikki eru nakað fyri teg, so finnur tú heilt víst onkran annan, ið tær dámar.

 

6. Harry Potter Studio Tours

Til Harry Potter fjeppararnar. Spáka eftir Diagonal Alley, vitja the Forbidden forrest, the Great Hall osfr. Í Warner Bros Studios kanst tú ganga í fótasporunum hjá Harry Potter. Umframt at vitja ymsu “settini”, sleppur tú at síggja búnar og leikgripir úr filminum. Eitt satt mekka fyri Harry Potter fjepparar.

Les meira á wbstudiotour.co.uk

Legg til merkis, at Warner Bros Studios liggur uml. ein tíma uttanfyri London, men Harry Potter bussar koyra aftur og fram úr London, og tú kanst keypa atgongumerki til Warner Brother Studios við bussferðini íroknaðari.  Á teirra heimasíðu fært tú annars góð prei til, hvussu tú lættast ferðast til og frá.


7. Natural History Museum & Science Museum 

National History Museum (NHM) er eitt mást, um tú ferðast við børnum. Har hava tey eitt risa stórt savn av dinosaurum, ein bláhval í fullari stødd og enntá ein útstappaðan gorfugl fyri at nevna eitt sindur av tí, tú kanst uppliva á NHM. Børn og vaksin kunnu brúka tímar her.

Tað er ókeypis at vitja savnið eins og nógv onnur søvn í London eru ókeypis.

Beint við síðuna av liggur Science Museum, sum eisini ókeypis. Her kunnu tit eitt nú síggja flogfør frá fyrra og seinna veraldarbardaga, tok og dampmaskinur frá bretsku ídnaðarkollveltingini. Frá nýggjari tíð kanst tú millum annað uppliva Apollo 10 rúmdarfarið. Eitt paradís fyri tey teknikkáhugaðu.

Les meira á nhm.ac.uk og sciencemuseum.org.uk


8. Hyde Park & Kensington Gardens 

Hyde Park og Kensington Gardens liggja mitt í london lið um lið. Her fara familjur í London um vikuskiftini at spæla á spæliplássunum og njóta veðrið. Leiga ein bát ella vatnsúkklu í Serpentine-vatninum mitt í Hyde Park og njótið friðin ella far til risastóra Diana Memorial Playground við børnunum. Spæliplássið er, sum navnið sigur, ein minnisvarði fyri Dianu prinsessu. 

Um summarið eru eisini stórar útikonsertir við heimsstjørnum í Hyde Park. Í summar spæla heimsstjørnur sum Post Malone, Taylor Swift og Pearl Jam. Les meira á bst-hydepark.com


9. London Eye

London kann tykjast óendaliga stórur, men uppi í í 135 metra hædd í stóra hjólinum kunnu London og Thames-áin tykjast smá. Í juli og august er opið frá kl. 10 til 21 ella 21.30 hvønn dag.

Tú kanst taka undirgrundina til Waterloo, Embankment, Charing Cross ella Westminister, sum allar liggja nær við London Eye.

Les meira á londoneye.com


10. Buckingham Palace 

Til tey kongligu. Buckingham Palace mitt í London. Slottið, sum hevur verið bústaður hjá teimum kongligum síðani 1837, hevur 775 kømur hevur størsta privata garðin í London. Nógv plaga at savnast, tá ið soldátarnir hava vaktarskifti fyrrapartar. Tað gongur fyri seg eftir sama leisti hvørja ferð og byrjar kl. 10.30 við Wellington Barracks við St. James’ Park. Sjálvt vaktarskiftið gongur fyri seg kl. 11 beint frammanfyri Buckingham Palace.

 

Fakta um London - LGW

Íbúgvatal 8.900.000
Tíðargeiri GMT
Mál Enskt
Gjaldoyra GBP