Flogførini hjá Atlantic Airways hava RNP AR 0.1

 

Atlantic Airways skal knýta Føroyar nærri umheiminum og gera Føroyar atkomuligar. Tí hevur Atlantic Airways ment serliga tøkni, RNP AR 0.1, ið økir munandi um reglusemið í flúgvingini til Føroyar.

 

Hendan tøknin verður nú meira sjónlig, tá ið eitt annað flogfelag er byrjað at flúgva til Føroyar. Atlantic Airways heldur tí, at tað er umráðandi hjá okkara viðskiftafólki at skilja, hví føroyska flogfelagið kann lenda trygt og gott í vánaligari sýni, tá ið onnur flogfeløg ikki lenda.

 

Sum einasta flogfelag í Evropa, hevur Atlantic Airways RNP AR 0.1.  Required Navigation Performance (RNP) er ein tann mest framkomna navigatiónstøknin, ið finst á marknaðinum. Atlantic Airways hevur ta mest neyvu útgávuna av hesi tøknini “0.1”.  Við RNP AR 0.1 kunnu flogførini gera inn- og útflúgvingar eftir nágreiniliga kortløgdum leiðum. Hetta gevur Atlantic Airways fleiri inn- og útflúgvingarmøguleikar enn onnur flogfeløg. Atlantic Airways kann tí lenda í munandi verri sýni við RNP AR 0.1 og hevur møguleika at velja millum fleiri inn- og útflúgvingarleiðir soleiðis, at flogførini ofta kunnu flúgva rundan um ringasta turbulensin.

 

“Ongin ivi skal vera um, at hjá Atlantic Airways seta vit altíð trygdina fremst, og tað er júst tí vit hava valt at fáa okkum RNP AR 0.1 tøknina. Hendan tøknin er tað, ið ger munin ein dag sum hósdagin. Munurin á, nær tú fært lent við og uttan RNP AR 0.1, er rættiliga stórur, og við føroyska veðurlagnum er RNP AR 0.1 eitt alneyðugt amboð fyri okkum,” sigur Sámal Danielsen, flogskipari og flogovasti hjá Atlantic Airways.

 

Tað eru sera strangar reglugerðir fyri flogfeløg, umframt sera umfatandi og áhaldandi eftirlit. Eisini eru eitt nú ítøkiligar reglur fyri, hvussu ein innflúgving skal gerast á einum ávísum flogvølli, og hvussu langt niður flogfør kunnu fara í avmarkaðum sýni. Takkað verið RNP AR 0.1 tøknini hava myndugleikarnir góðkent, at flogførini hjá Atlantic Airways trygt kunnu fara munandi longri niður, áðrenn innflúgvingin skal avbrótast orsakað av vánaligum sýni.


Atlantic Airways við nýggjari app og øktum tænastum
27. juli 2017
Súlubonusskipanin verður enn sterkari!
27. juli 2017
2016 sera gott ár hjá Atlantic Airways
04. apríl 2017
Forkunnug verkætlan fær fyrsta Listaflog-stuðulin frá Atlantic Airways
28. mars 2017
Atlantic Airways við nýggjari, talgildari súlubonusskipan
25. mars 2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
03. februar 2017