Atlantic Airways við nýggjari, talgildari súlubonusskipan

Súlubonus


Atlantic Airways hevur stovnað eina nýggja, talgilda bonusskipan. Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at SAS segði Eurbonusavtaluna upp við Atlantic Airways. 

 

Nú kanst tú, við at gerast limur í Súlubonus, savna tær stig saman, tá tú flýgur við Atlantic Airways, og stigini kanst tú brúka til at keypa ferðaseðlar fyri. Skipanin kemur í gildi á føðingardegnum 28. mars, og allar ferðir eftir hesa dagfesting geva súlustig.

 

“Hetta er ein sterk og dygdargóð skipan til fyrimuns fyri okkara trúgvu viðskiftafólk. Vit fegnast um, at tað er eydnast at menna okkara egnu, talgildu bonusskipan uppá lutfalsliga stutta tíð, sum eisini er lagað til okkara tørv. Vit vilja eisini hjálpa okkara viðskiftafólkum væl á veg til sína fyrstu súlubonusferð, tí lata vit 150 súlubonusstig til øll, ið stovna sær ein súlubonusvanga áðrenn 1. mai 2017,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

 

Skipanin er sett soleiðis saman, at fyri hvørja ferð tú flýgur við Atlantic Airways, forvinnur tú eitt ávíst tal av stigum – alt eftir, hvørjari farleið og slagi av ferðaseðli tú ferðast við.

Tá tú hevur nóg mikið av stigum til eina súluferð, kanst tú brúka tey á øllum leiðum hjá Atlantic Airways; bæði til Danmarkar, á NORÐ-leiðunum og vælumtóktu SÓL-leiðunum.

 

Við nýggja Súlubonus fáa tey, ið ferðast nógv enn fleiri fyrimunir við gullstigi, sum gevur atgongd til fast track og lounge á flogvøllinum í Kastrup. 

 

Skipanin er enn í menning, og ætlanin er, at uppaftur fleiri fyrimunir so líðandi skulu knýtast at skipanina.

 

Les meira um Súlubonus og stovna tær ein vanga á atlantic.fo í dag - so ert tú væl á veg til tína fyrstu súlubonusferð.

 

Viðmerkingar fáast við at venda sær til Jóhonnu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways á telefon 21 37 30.


Atlantic Airways við nýggjari app og øktum tænastum
27. juli 2017
Súlubonusskipanin verður enn sterkari!
27. juli 2017
Flogførini hjá Atlantic Airways hava RNP AR 0.1
08. apríl 2017
2016 sera gott ár hjá Atlantic Airways
04. apríl 2017
Forkunnug verkætlan fær fyrsta Listaflog-stuðulin frá Atlantic Airways
28. mars 2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
03. februar 2017