Navnakapping: Hvussu skulu flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eita?

 

Atlantic Airways er eitt flogfelag, sum er vorðið til av føroyingum, og okkara fremsta uppgáva er at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Harumframt skal felagið tryggja eitt gott og regluligt samband við útheimin.

 

Felagið hevur tey bestu flogførini við tí mest framkomnu navigatiónstøknini, sum finst á marknaðinum, og eru flogfør og tyrlur serútgjørd til at flúgva til og í Føroyum.

 

Við áralongu royndunum hjá okkara flogskiparum og framkomnu navigatiónstøknini, nevnd RNP 0.1, hevur Atlantic Airways gjørt tað stóra framstigið, at tað er gjørligt at lenda trygt í verri sýni enn áður, og er reglusemið vorðið sera gott.  Felagið er enn tað einasta í Evropa, sum brúkar hesa tøkni.

 

Um ársskiftið kemur nýggja Airbus320 flogfarið hjá Atlantic Airways til landið. Flotin hjá Atlantic Airways telur tá trý Airbus flogfør og tvær Agusta Westland tyrlur og er ein tann yngsti flotin í heiminum við einum miðalaldri á uml. tvey ár.

 

Nú nýggja Airbus flogfarið verður liðugt í næstum, ynskja vit at brúka høvið til at navngeva flotan hjá Atlantic Airways.

 

 

Tí spyrja vit:

Hvussu skulu flogførini og tyrlurnar hjá føroyska tjóðarflogfelagnum eita?

 

 

Treytir:

Luttøka er treytað av, at tú sendir uppskot inn til øll trý flogførini og báðar tyrlurnar. Talan er sostatt um fimm nøvn.

 

-          Nøvnini skulu standa seg væl einsamøll, men eisini sum ein heild.

-          Nøvnini skulu endurspegla føroyskan samleika.

-          Nøvnini kunnu hava søguligan týdning.

 

 

Send uppskot títt inn saman við eini stuttari frágreiðing um, hví tú hevur valt júst hesi nøvnini. Skriva í mesta lagi 1 A4 síðu.  

 

Uppskotini skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi kl. 12.00 12/12-2016. Ein dómsnevnd tekur síðani støðu til, hvørji nøvn hóska seg best til flotan hjá Atlantic Airways.

 

Vinningurin er tveir ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways umframt 5.000 krónur.

 

Atlantic Airways tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, sum koma inn. 


Flotin fingið navn, og grunnurin Listaflog settur á stovn
14. november 2016
Framgongd í ferðafólkatølum í oktober
02. november 2016
Broyting í viðførisreglunum hjá Atlantic Airways
27. oktober 2016
Fleiri ferðandi í september
30. september 2016
Methøg ferðafólkatøl og betri reglusemi
01. september 2016
Fleiri enn 42.750 ferðafólk í juli – hetta er met
01. august 2016
Atlantic Airways samstarvar við FolkeFerie.dk
15. juni 2016
Atlantic Airways broytir í dag terminal á flogvøllinum í Keypmannahavn.
13. juni 2016
Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus
10. juni 2016
Atlantic Airways fleiri ferðandi í mai
31. mai 2016
Atlantic Airways heldur kósina
11. apríl 2016
Fleiri og enn bíligari flogferðir
16. februar 2016
Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar
01. februar 2016