Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar

16.200 ferðandi flugu við Atlantic Airways í januar í ár, og tað er sjey prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Eisini hevur satt súlurok verið í kundatænastuni, nú seinasta freist at bíleggja súlu-ferðaseðlar er í dag

 

Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur fram. 16.200 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í januar, og tað er sjey prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør.

Vøksturin stavar frá øðrum farleiðum enn rutuni til Keypmannahavnar, ið hevði áleið sama ferðafólkatal í januar, sammett við januar í fjør.

Súluskipanin fer nú í søguna, og eru umleið 18.000 einvegis súlu-ferðaseðlar bílagdir seinasta árið. Fyri einum ári síðani varð boðað frá, at Atlantic Airways gevst við súluskipanini, og nú freistin er um at fara, hevur satt súlurok verið í Kundatænastuni. Freistin fyri at bíleggja súluferðaseðlar gongur út í dag.

Í januar varð flogið rættstundis í 84 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 11 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør. Reglusemið var 99 prosent.

Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at fáa fleiri føroyingar og útlendingar á flog og at menna tænastur felagsins.

   

Vinaliga

Atlantic Airways

 

Fleiri upplýsingar fáast frá Jóhonnu á Bergi, stjóra, á telefon 21 37 30


Flotin fingið navn, og grunnurin Listaflog settur á stovn
14. november 2016
Navnakapping: Hvussu skulu flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eita?
14. november 2016
Framgongd í ferðafólkatølum í oktober
02. november 2016
Broyting í viðførisreglunum hjá Atlantic Airways
27. oktober 2016
Fleiri ferðandi í september
30. september 2016
Methøg ferðafólkatøl og betri reglusemi
01. september 2016
Fleiri enn 42.750 ferðafólk í juli – hetta er met
01. august 2016
Atlantic Airways samstarvar við FolkeFerie.dk
15. juni 2016
Atlantic Airways broytir í dag terminal á flogvøllinum í Keypmannahavn.
13. juni 2016
Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus
10. juni 2016
Atlantic Airways fleiri ferðandi í mai
31. mai 2016
Atlantic Airways heldur kósina
11. apríl 2016
Fleiri og enn bíligari flogferðir
16. februar 2016