Framgongd í ferðafólkatølum í oktober

Framgongd í ferðafólkatølum í oktober

Framgongdin í ferðafólkatølum heldur áfram. Í oktober flugu 23.600 ferðafólk við rutuflogførum og tyrlum tilsamans. Tað eru 7 prosent fleiri enn í oktober í fjør. Higartil í ár hava 258.300 ferðandi flogið við rutuflogførum og tyrlum tilsamans, ið eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 239.100 ferðandi flugu við føroyska flogfelagnum.


Stórur vøkstur í tyrluflutninginum

Í oktober hava tyrlurnar flogið 918 ferðafólk, ið er 91% fleiri enn í oktober í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 85 útkallingar higartil í ár, ið er 16 fleiri enn alt 2015 tilsamans.


Framkomin tøkni tryggjar reglusemið

Við mest framkomnu navigatións-tøknini í Evropa kunnu øll flogførini hjá Atlantic Airways lenda í Vágum í munandi verri sýni, enn nakað annað flogfelag megnar. Íløgan hjá Atlantic Airways í nýggju tøknina, RNP AR 0,1  hevur seinastu trý árini tryggjað ferðafólki munandi hægri reglusemi í Vágum enn árini frammanundan.


”Vit hava áður havt stórar avbjóðingar við regluseminum, tá veðrið er ein avbjóðing; serliga í mjørka. Tí fegnast vit um hesa íløgu, sum tryggjar, at ferðafólk við Atlantic Airways kunnu lenda trygt í Føroyum uttan stórvegis seinkingar,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.


Brottar viðføristreytir

Á vári 2016 broytti Atlantic Airways viðføristreytirnar galdandi frá 1. november.

Nú kanst tú innskriva fleiri kilo av viðføri, galdandi fyri øll sløg av ferðaseðlum. Harumframt verður tað ókeypis at innskriva barnavognar, umframt at pinkubørn kunnu taka 23 kg. av viðføri við.

Í nýggju reglunum verður farið frá vekt til stykkir av viðføri. Tað vil siga, at ferðafólk framyvir kunnu innskriva ávikavist eitt ella tvey stykkir av viðføri (upp til 23 kg/stk) ókeypis; alt eftir slagi av ferðaseðli.


Føroyar á flog – føroyskt og heimligt

Einasta føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, knýtir Føroyar at umheiminum við 11 ferðamálum beinleiðis úr Føroyum: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavík, Edinburgh, Barcelona, Mallorka, Kreta, Lissabon og Gran Canaria.

Atlantic Airways fær Føroyar á flog við 1.450 fráferðum og 1.450 komum árliga. Av teimum eru umleið 820 fráferðir og 820 komur til Keypmannahavnar. Í lágárstíð hevur Atlantic Airways 23 fráferðir um vikuna úr Vágum, og í háárstíð eru 43 fráferðir um vikuna úr Vágum. Atlantic Airways er einasta flogfelag, sum hevur Føroyar sum hornastein. Við okkum verður flogferðin føroysk og heimlig.


Til føroyingin og føroyska marknaðin

Atlantic Airways ynskir at vera fremsta flogfelagið hjá føroyingum. Felagið er kappingarført við góðum prísum, sum eru á stigi við okkara kappingarneytar, og vit arbeiða støðugt við at tillaga okkum givnu treytir at arbeiða undir.

Í løtuni arbeiða vit millum annað við nýggjari bonusskipan, serprísum til ung, lesandi og vinnukundar, umframt at strembað verður ímóti, at treytirnar sum heild kunnu gerast lagaligari hjá okkara ferðandi.


Sól og skíð í vetur

Í desember og januar er Gran Canaria nýtt beinleiðis ferðamál úr Vágum til sól og hita. Enn eru nøkur pláss eftir.

Harumframt ger Atlantic Airways en sertúr til Chambery, størsta skíðøkið í heiminum, 31. januar 2017. Heimferðin verður 7. februar.


Viðmerkingar og fleiri upplýsingar fáast frá Jóhonnu á Bergi, stjóra, á telefon 21 37 30..


Flotin fingið navn, og grunnurin Listaflog settur á stovn
14. november 2016
Navnakapping: Hvussu skulu flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eita?
14. november 2016
Broyting í viðførisreglunum hjá Atlantic Airways
27. oktober 2016
Fleiri ferðandi í september
30. september 2016
Methøg ferðafólkatøl og betri reglusemi
01. september 2016
Fleiri enn 42.750 ferðafólk í juli – hetta er met
01. august 2016
Atlantic Airways samstarvar við FolkeFerie.dk
15. juni 2016
Atlantic Airways broytir í dag terminal á flogvøllinum í Keypmannahavn.
13. juni 2016
Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus
10. juni 2016
Atlantic Airways fleiri ferðandi í mai
31. mai 2016
Atlantic Airways heldur kósina
11. apríl 2016
Fleiri og enn bíligari flogferðir
16. februar 2016
Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar
01. februar 2016