Flotin fingið navn, og grunnurin Listaflog settur á stovn

Flotin _nøvnGrafikkin hevur Niels Galán/Sendistovan gjørt 

 

 

 

Á hátíðarhaldi í hangarinum hjá Atlantic Airways fyrr í dag vórðu nøvnini á flogførum og tyrlum almannakunngjørd.

Tey eita William, Elinborg, Ingálvur, Sámal og Ruth. Nevnd eftir fimm av okkara mætastu listafólkum: Williami Heinesen, Elinborg Lützen, Ingálvi av Reyni, Sámali Joensen-Mikines og Ruth Smith. 

Somuleiðis varð listagrunnur, sum hvørt ár fer at lata 100.000 krónur + flogferðaseðlar til eitt ella fleiri listafólk og/ella listaverkætlanir settur á stovn. 

 

Her er grundgevingin og eitt sindur um Listaflog, sum Jonhard Mikkelsen, dómsnevndarlimur las til hátíðarhaldið:  

 

Góðan dag, øll somul

 

Vit trý - Marna Jacobsen og Birgir Kruse - fingu heiðurin at velja 5 nøvn millum 600 uppskot. Tað gjørdu vit saman við Jóhonnu á Bergi og Niels Mortensen. Og vit høvdu tilskilaðan rætt at vraka øll, um okkum ikki dámdi tey.

Men uppskotini vóru bæði nógv og góð, og tey eru grundarlagið undir úrvalinum, sum verður avdúkað um eina løtu.

Tað sást skjótt, at tey flestu uppskotini skiltu seg í 4 bólkar, sum vóru: fuglaheiti, blómuheiti, nøvn úr gomlu norrønu mentanini og nøvn á navnframum fólkum.

 

Tað er rættiliga natúrligt at geva einum flogfari fuglanavn, tá ið hugsað verður um líkskapin millum tann natúrliga og tann mannskapta fuglin. Og nógv hildu tað vera tann eyðsýndasta møguleikan.

Men fuglanøvn eru, sum øll vita, so nógv brúkt til skip og bátar, at vit hildu tey vera ov nógv tannlað til at seta á flogførini eisini, tí sáldaðu vit tann bólkin frá.

 

Blómuheitini vóru nógv – her var stórt úrval av vøkrum føroyskum plantunøvnum. Summi teirra við ávísum súmbolskum týdningi.

Men ymist er, sum ikki  samsvarar millum viðkvomu blómunu og ta dýru hátøknina, sum eitt flogfar er. Tað er lítið sonevnt “grønt”, sum loðar upp við slíka hátøkni við stórum motorum. Og tá ið vit hugsa um dystin millum blómuna og útlátið frá m.a. flogførum, sum øll okkara hava á munni nú á døgum, so sleptu vit  eisini tí møguleikanum.

 

So komu øll tey norrønu nøvnini fyri, gudar og gyðjur og jatnar og teirra heimar. Men hini Norðurlondini hava brúkt øll hesi nøvn so leingi í so mongum samanheingi, at vit hildu, at tey kunnu bara eiga tey. Vit sáldaðu tey frá.

 

Síðan koma vit til ein bólk, sum er stórur – tað eru navnfram fólk, úrmælingar, sum stinga seg burtur úr rúgvuni.

 

Og úrmælingar eiga vit á øllum økjum – sama hvat yrki, vit nevna, so  kunnu vit nevna onkran, sum skarar framúr. Okkurt undangongufólk, onkran, ið hevur brotið slóð, sum hevur hugsað øðrvísi, fingið virki og vinnu at rigga. Men aama hvussu dugnalig, so vóru fleira teirra tengd at ávísum yrki, ávísum pørtum av landinum, ávísum tíðarskeiði.

Spurningur var tí, hvat mundi vera tað eyðsýndasta valið til flogførini

 

Vit eiga øll Atlantic Airways – tað er okkara flogfelag. Og onkursvegna ætlaðu vit, at flogførini og tyrlurnar skuldu bera nøvnini á nøkrum føroyingum, sum hava nátt hægstu hæddir og hava havt serligt flog. Ikki peningaliga, ikki vinnuliga, men mentanarliga. Tí mentanin í øllum sínum fjølbroytni seyðrar út í hvønn krók og í hvørja sál  - mentanin er felagsnevnarin.

Tað sigst, at einaferð tað stóð sum mest á í seinna heimsbardaga, var meining, at peningurin á bretsku fíggjarlógini, sum var settur av til mentan, skuldi fara til vápnaframleiðslu. Tá ið tað var greitt, skal Churchill hava sagt:  "Then what are we fighting for?"

Tá ið tann spurningurin hevur hingið í luftini eina løtu, sanna vit, at tað er jú kjarnin.

Vit fara inn til tann sterkasta felagsnevnaran, vit eiga – okkara egnu mentan - og velja burtur úr eini ørgrynni - 5 nøvn

Og hóast allar listagreinir ikki eru umboðaðar við hesum 5, so lynnir hetta undir nógv nøvn, sum kunnu koma upp á tal.

 

Og nevndin hevur havt ymist at ýta seg eftir:

Vit hava valt nøvn bæði á konufólkum og mannfólkum, sum hava gjørt veruligan mun á mentanarpallinum.

Vit vildu, at hesi fyrstu fimm skuldu umboða so ymsar part av landinum, sum til ber.

Vit sáldaðu tey frá, sum enn eru vit sítt fríska lív, og framvegis eru virkin og enn eiga nógv á at laða í sínar varðar.

 

Vit valdu fimm úrmælingar, sum hava gjørt vart við seg í okkara mentan og sett so dyggar varðar eftir seg, at tíðartonnin hevur ilt við at bíta á. Tey eru øll farin undir grønutørvu, men liva sítt fríska lív í okkara mentan og okkara hugi. Tey eldast ikki meiri. Tey hava øll vunnið sær eina tign, sum ger, at smásinni skalar tey ikki. Tey brutu slóðir, og tey hava øll verið við til at seta dám á okkara tjóð – hvør á sín serstaka hátt.

 

Men í dag er ikki nóg mikið við nøvnum. Atlanic Airways ætlar sær ikki bara at prýða seg við hesum listafólkanøvnum og læna sær teirra heiður. 

- Nei, nei.

Atlantic Airways hevur til hetta hátíðarliga høvið  stovnað nýggjan listagrunn fyri føroyingar -  Grunnurin hevur fingið heitið “Listaflog”.

Á hvørjum ári - tann 28 mars – sum er dagurin, tá ið Atlantic Airways royndi sítt flog á fyrsta sinni, fer Føroyska flogfelagið at lata 100.000 kr umframt ferðaseðlar til føroyingar, sum hava lisarligt flog, sum vert er at stimbra. Tað verður latið føroyingum, sum í sær eiga góðs til enn fleiri varðar.

Grunnurin “Listaflog” fer at lata pening til eina ella fleiri verkætlanir á hvørjum ári. Endaligar treytir og umsóknarblað eru klár nú í januar 2017 á heimasíðu felagsins atlantic.fo

So umframt at fáa hetta nýggja prýðiliga flogfarið í dag, sum eisini fer at bera navnið á einum føroyskum úrmælingi, trínur okkara Atlantic Airways inn á okkara mentanarpall sum viðleikari at lætta um hjá listafólki, sum eiga tað skapandi flogið í sær, og sum verða við til at mynda føroyska mentan inn í framtíðina.

 

Og so er løtan komin at avdúka nøvnini:

  

Flogfarið, sum vit allir føroyingar hava fingið í dag, nevnist: William

Annað flogfarið eitur: Elinborg

Triðja flogfarið eitur: Ingálvur

 

Tær báðar tyrlurnar hava fingið nøvnini:

Sámal og Ruth

 

Einki av innsendu uppskotunum nevndi øll 5, ið vald eru. Tó at øll nøvnini vórðu nevnd sum uppskot á ymsan hátt. Men avrátt er, at tey, ið høvdu 3 av 5 nøvnum røtt, fáa eina virðisløn frá Atlantsflogi – og hepnu vinnararnir eru:

Alvin Joensen, Heri Nolsøe, Kinna Poulsen, Páll Oddur Rubeksen og familjan Sivertsen, Torstein (12 ár), Tóki (9 ár), Teitur (3 ár) og foreldrini Sámal og Rini. 

Tey eiga hvør í sínum lagi trý av nøvnunum. Tey fáa 3000 kr hvør og hvør sínar tveir ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantsflogi


Navnakapping: Hvussu skulu flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eita?
14. november 2016
Framgongd í ferðafólkatølum í oktober
02. november 2016
Broyting í viðførisreglunum hjá Atlantic Airways
27. oktober 2016
Fleiri ferðandi í september
30. september 2016
Methøg ferðafólkatøl og betri reglusemi
01. september 2016
Fleiri enn 42.750 ferðafólk í juli – hetta er met
01. august 2016
Atlantic Airways samstarvar við FolkeFerie.dk
15. juni 2016
Atlantic Airways broytir í dag terminal á flogvøllinum í Keypmannahavn.
13. juni 2016
Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus
10. juni 2016
Atlantic Airways fleiri ferðandi í mai
31. mai 2016
Atlantic Airways heldur kósina
11. apríl 2016
Fleiri og enn bíligari flogferðir
16. februar 2016
Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar
01. februar 2016