Fleiri ferðandi í september

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways ganga framvegis uppeftir. Í september flugu 24.300 ferðafólk við rutuflogførum og tyrlum tilsamans. Tað eru 6 prosent fleiri enn í september í fjør. Higartil í ár hava 234.800 ferðandi flogið við rutuflogførum og tyrlum tilsamans, ið eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 217.000 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.

 

Vøkstur í rutuflúgvingini     

23.200 ferðafólk flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í september. Hetta eru 3 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør, tá talið var 22.400 ferðafólk. Higartil í ár hava 225.000 ferðafólk flogið við rutuflogførum felagsins, ið eru 6 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Stórur vøkstur í tyrluflutninginum

Í september hava tyrlurnar flogið 1.083 ferðafólk, ið er 147% fleiri enn í september í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 80 útkallingar higartil í ár, ið er 11 fleiri enn alt 2015 tilsamans.      

 

Stundvísi í september ávirkað av vánaligum veðri

Ferðslan í september varð ávirkað av vánaligum veðri. Í september varð flogið rættstundis í 83 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað eru 7 prosentstig lægri enn í september í fjør. Higartil í ár er flogið rættstundis í 86 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 1 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2015. Í september fóru 97 prosent av øllum rutuflogførum á ætlaða fráferðardegnum, og tað merkir, at reglusemið var 97 prosent.     

 

Ársins átak

Á Vinnudegnum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í dag 30. september, vann Sheepview360 átakið hjá Atlantic Airways og Visit Faroe Islands heiðurin sum Ársins átak. Átakið hevur vunnið sera stóran frama og yvir tvær milliardir vísingar hava verið av tilfarinum, ið er framleitt, umframt at átakið hevur fingið sera góða umtalu í altjóða miðlum kring allan knøttin.

 

Skíð í Chambery

Atlantic Airways ger 31. januar 2017 ein sertúr til Chambery í Fraklandi. Heimferðin verður 7. februar. Chambery liggur í landssynningspartinum av Fraklandi í størsta skíðøkinum í heiminum. Felagið skipar fyri sjálvari flogferðini, og tey ferðandi mugu sjálvi ella við hjálp frá eini av føroysku ferðaskrivstovunum finna sær innivist.

 

 

Viðmerkingar og fleiri upplýsingar fáast frá Jóhonnu á Bergi, stjóra, á telefon 21 37 30..


Flotin fingið navn, og grunnurin Listaflog settur á stovn
14. november 2016
Navnakapping: Hvussu skulu flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eita?
14. november 2016
Framgongd í ferðafólkatølum í oktober
02. november 2016
Broyting í viðførisreglunum hjá Atlantic Airways
27. oktober 2016
Methøg ferðafólkatøl og betri reglusemi
01. september 2016
Fleiri enn 42.750 ferðafólk í juli – hetta er met
01. august 2016
Atlantic Airways samstarvar við FolkeFerie.dk
15. juni 2016
Atlantic Airways broytir í dag terminal á flogvøllinum í Keypmannahavn.
13. juni 2016
Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus
10. juni 2016
Atlantic Airways fleiri ferðandi í mai
31. mai 2016
Atlantic Airways heldur kósina
11. apríl 2016
Fleiri og enn bíligari flogferðir
16. februar 2016
Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar
01. februar 2016