Broyting í viðførisreglunum hjá Atlantic Airways

Tann 1. november 2016 verða viðførisreglurnar hjá Atlantic Airways broyttar soleiðis, at tær samsvara við reglurnar hjá flestu flogfeløgum á okkara leiðum. 

 

Tað merkir, at 1. november verður farið frá vekt til stykkir av viðføri. Tað vil siga, at ferðafólk framyvir kunnu innskriva ávíkavist eitt ella tvey stykkir av viðføri; alt eftir slagi av ferðaseðli.

 

Fleiri kilo og ókeypis vogn

Broytingin hevur við sær, at tú hevur loyvi at innskriva eitt viðføri við á 23 kg. Vigar viðførið meiri enn 23 kg, skalt tú rinda fyri yvirvekt, sum kostar 199 krónur upp til í mesta lagi 32 kg.  

Vilt tú tryggja tær, at tú ikki skalt rinda eyka, má hvørt stykki av loyvdum viðføri viga í mesta lagi 23 kg.  

Ferðast tú við pinkubarnið (ml. 0-2 ár) kanst tú innskriva barnavogn/klappstól uttan eyka kostnað; umframt at pinkubarnið nú hevur loyvi at innskriva eitt viðføri á 23 kg.

 

Hevur tú fleiri stykkir av viðføri at innskriva enn ferðaseðilin loyvir, kanst tú keypa eyka viðføri við check-inn-skivuna á flogvøllinum. Móti sumri 2017 verður møguligt at keypa eyka stykkir av viðføri á netinum.

 

 

Frá 1. november 2016 síggja viðførisreglurnar tískil soleiðis út:

 

 

Til 31. okt

Frá 01. nov

 

Vekt

Tal av viðføri

Eyka stk á 23 kg

699 og Tíðliga

20 kg

1 stk á 23 kg

299 kr

Altíð

30 kg

2 stk á 23 kg

299 kr

Yvirvekt frá 23-32kg

 

199 kr

 

 

Betra um innskrivingina í Kastrup

Atlantic Airways skifti í summar frá at innskriva fólk í terminali 2 í Kastrup til terminal 3. Og nú verður betrað um tænastuna í terminali 3 soleiðis, at ferðafólk hava møguleika at brúka sjálvgreiðsluna til viðføri (Self Service Bag Drop). Tað er bert møguligt at nýta sjálvgreiðsluna (Self Service Bag Drop), um hvørt stykki av loyvda viðførinum vigar í mesta lagi 23 kg. 

 

Tá ferðafólk hava innskrivað viðførið í automatunum og fingið merkið á, er nú møguligt at brúka ómannaðu skivurnar frá nummar 21-29. Hetta fer at gera avgreiðslutíðina hjá tí ferðandi stytri og meiri smidliga.

 

Um tørvur er á hjálp ella ferðafólk skulu keypa eyka stykkir av viðføri, skulu tey brúka mannaðu skivurnar frá nummar 31-39. 

 

Frá 8. november 2017 verður møguligt at nýta Self Service Bag Drop á flogvøllinum í Kastrup. 

 


Vinaliga 

Atlantic Airways


Flotin fingið navn, og grunnurin Listaflog settur á stovn
14. november 2016
Navnakapping: Hvussu skulu flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eita?
14. november 2016
Framgongd í ferðafólkatølum í oktober
02. november 2016
Fleiri ferðandi í september
30. september 2016
Methøg ferðafólkatøl og betri reglusemi
01. september 2016
Fleiri enn 42.750 ferðafólk í juli – hetta er met
01. august 2016
Atlantic Airways samstarvar við FolkeFerie.dk
15. juni 2016
Atlantic Airways broytir í dag terminal á flogvøllinum í Keypmannahavn.
13. juni 2016
Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus
10. juni 2016
Atlantic Airways fleiri ferðandi í mai
31. mai 2016
Atlantic Airways heldur kósina
11. apríl 2016
Fleiri og enn bíligari flogferðir
16. februar 2016
Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar
01. februar 2016