Atlantic Airways samstarvar við FolkeFerie.dk

Atlantic Airways leigar nú ein part av sínum yvirskotskapasiteti í flogførunum út til FolkeFerie.dk. Føroyska flogfelagið og væl umtókta, danska ferðaskrivstovan hava Gjørt eina fimm ára samstarvsavtalu um flutning av ferðafólkum til ymisk ferðamál sunnanfyri  

 

Atlantic Airways heldur fram at menna virksemið við støði í nýggju kósini, sum hevði við sær bíligari flogferðir, og har avgjørt var, at rutuflúgvingin skuldi raðfestast fremst, og at tann orka og tað pláss, sum leyp av rutuflúgvingini, skuldi brúkast til leiguflúgving fyri harvið at økja um lønsemið.


Nú tvey ár eru farin, síðani rutuflúgvingin varð skipað av nýggjum, har Danmarkar-ruturnar, NORÐ og SÓL vóru raðfestar fremst í virkseminum, hevur flogfelagið valt at taka eitt stig aftrat – hesa ferð innan leiguflúgving.


Atlantic Airways hevur undirskrivað fimm ára samstarvsavtalu við væl umtóktu, donsku ferðaskrivstovuna FolkeFerie.dk, sum fyrr var kend undir navninum Dansk FolkeFerie. Flogførini hjá Atlantic Airways fara at flúgva ferðafólk hjá FolkeFerie.dk til ymisk ferðamál sunnanfyri – fyrsta árið verður flogið til Malta, Madeira og Grikkalands.


- Avtalan er gott høvi hjá okkum miðvíst at skipa leiguflúgvingina, samstundis sum vit raðfesta rutuflúgvingina fremst í okkara virksemi við Føroyum sum snúningsdepli. Í avtaluni við FolkeFerie.dk leiga vit ein part av okkara yvirskotskapasiteti til væl umtóktu donsku ferðaskrivstovuna, sum er ein tryggur samstarvsfelagi við drúgvum royndum á baki, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.


Hon vísir á, at tað hevur stóran týdning fyri flogfelagið at fáa inntøkur fyri yvirskotskapasitetin, uttan at tað nervar rutuflúgvingina, og tí eru ítøkiligar, longri leiguavtalur ein kærkomin møguleiki miðvíst at skipa leiguflúgvingina og fáa sum mest burtur úr flogkapasitetinum.


Rutuflúgvingin er skipað í føstum kørmum við alsamt hækkandi ferðafólkatølum. 30.000 fleiri ferðafólk flugu við Atlantic Airways í 2015 sammett við 2014, og tað svarar til eina vøkstur á 13 prosent. Higartil í ár hevur framgongdin verið átta prosent.


Framgongd er staðfest at kalla allastaðni á rutunetinum, og m.a. av hesi orsøk hevur Atlantic Airways valt at halda fram við trimum Airbus flogførum í flotanum. Tískil hevur flogfelagið endaliga slept ætlanunum um eitt minni flogfar til NORÐ-ruturnar. Avgerðin er grundað á eina heildarmeting, sum eitt nú eisini tekur støði í, at stundvísið, reglusemið og kundanøgdsemið eru økt munandi við Airbus flogførunum. Harumframt eru ábendingar um framhaldandi vøkstur komandi árini, og tørvurin á flogsetrum fer harvið at økjast.


- Vit hava staðfest, at tørvur er á trimum stórum flogførum fyri at veita eina nøktandi tænastu á rutunetinum, og sostatt hevur vøksturin á heimamarknaðinum havt við sær, at flogfelagið heldur fast um trý Airbus flogfør, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.


Í fyrstu atløgu verður talan um tvey Airbus 319 og eitt Airbus 320, ið Atlantic Airways hevur keypt, og sum kemur í flotan í desember í ár. Airbus flogførini hóska væl til rutuflúgvingina við framkomnari RNP tøknifrøði, og harvið eru tey eisini áhugaverd hjá ferðaskrivstovum og øðrum at leiga frá føroyska flogfelagnum, tá pláss er fyri tí.


Tó at tørvur er á trimum flogførum, tá nógv rutuflúgving er í háárstíð, so er eisini avlopskapasitetur í skipanini - serstakliga í lágárstíð.


- Tað hevur stóran týdning fyri flogfelagið at fáa inntøkur fyri avlopskapasitetin, uttan at tað nervar rutuflúgvingina. Tí skipa vit leiguvirksemið miðvíst uttan fyri rutunetið, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri. 

 

Vinaliga

Atlantic Airways


Flotin fingið navn, og grunnurin Listaflog settur á stovn
14. november 2016
Navnakapping: Hvussu skulu flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eita?
14. november 2016
Framgongd í ferðafólkatølum í oktober
02. november 2016
Broyting í viðførisreglunum hjá Atlantic Airways
27. oktober 2016
Fleiri ferðandi í september
30. september 2016
Methøg ferðafólkatøl og betri reglusemi
01. september 2016
Fleiri enn 42.750 ferðafólk í juli – hetta er met
01. august 2016
Atlantic Airways broytir í dag terminal á flogvøllinum í Keypmannahavn.
13. juni 2016
Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus
10. juni 2016
Atlantic Airways fleiri ferðandi í mai
31. mai 2016
Atlantic Airways heldur kósina
11. apríl 2016
Fleiri og enn bíligari flogferðir
16. februar 2016
Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar
01. februar 2016