Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus

Atlantic Airways hevur slept ætlanunum um eitt minni flogfar til NORÐ-ruturnar. Leiðslan í flogfelagnum grundar avgerðina á eina heildarmeting, sum m.a. tekur støði í alsamt hækkandi ferðafólkatølum  

 

Hækkandi ferðafólkatøl eru ein orsøk til, at Atlantic Airways endaliga hevur slept ætlanunum um eitt minni flogfar til NORÐ-ruturnar.


Avgerðin er grundað á eina heildarmeting, sum m.a. eisini tekur støði í, at stundvísið, reglusemið og kundanøgdsemið eru økt munandi við Airbus flogførunum. Harumframt eru ábendingar um framhaldandi vøkstur komandi árini, og tørvurin á flogsetrum fer harvið at økjast.


- Tørvur er á trimum stórum flogførum fyri at veita eina nøktandi tænastu. Vøksturin á heimamarknaðinum hevur sostatt havt við sær, at vit halda fast um trý Airbus flogfør og sleppa ætlanunum um eitt minni flogfar til NORÐ-ruturnar, staðfestir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.


Í fyrstu atløgu verður talan um tvey Airbus 319 og eitt Airbus 320, sum Atlantic Airways hevur keypt, og sum kemur í flotan í desember í ár. Airbus flogførini hóska væl til rutuflúgvingina við framkomnari RNP tøknifrøði, og harvið eru tey eisini áhugaverd hjá ferðaskrivstovum og øðrum at leiga frá føroyska flogfelagnum, tá pláss er fyri tí.


Atlantic Airways raðfestir rutuflúgvingina fremst sambært nýggju kósini, sum hevði við sær bíligari flogferðir, og tann orka og tað pláss, sum leypir av rutuflúgvingini, kann brúkast til leiguflúgving fyri at fáa sum mest burtur úr flogkapasitetinum og harvið økja um lønsemið.


Tó at tørvur er á trimum flogførum, tá nógv rutuflúgving er í háárstíð, so er eisini avlopskapasitetur í skipanini - serstakliga í lágárstíð. Tað hevur stóran týdning fyri flogfelagið at fáa inntøkur fyri avlopskapasitetin, uttan at tað nervar rutuflúgvingina.


- Leiguvirksemið skal skipast miðvíst, so at tað ikki nervar rutuflúgvingina, og ein liður í hesum er at fáa til vega eina altjóða góðkenning, sum økir møguleikarnar fyri haldgóðum leigusáttmálum, vísir Jóhanna á Bergi á.


Stjórin sipar her til IOSA-gókenningina, sum er ein altjóða góðkenning á leigumarknaðinum, ið kann lata hurðarnar upp fyri meira miðvísum leiguvirksemi við síðuna av rutuflúgvingini.


30.000 fleiri ferðafólk flugu við Atlantic Airways í 2015 sammett við 2014, og tað svarar til eina vøkstur á 13 prosent. Higartil í ár hevur framgongdin verið seks prosent.

 

Vinaliga

Atlantic Airways

 

 

Fleiri upplýsingar fáast frá Jóhonnu á Bergi, stjóra, á telefon 21 37 30


Flotin fingið navn, og grunnurin Listaflog settur á stovn
14. november 2016
Navnakapping: Hvussu skulu flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eita?
14. november 2016
Framgongd í ferðafólkatølum í oktober
02. november 2016
Broyting í viðførisreglunum hjá Atlantic Airways
27. oktober 2016
Fleiri ferðandi í september
30. september 2016
Methøg ferðafólkatøl og betri reglusemi
01. september 2016
Fleiri enn 42.750 ferðafólk í juli – hetta er met
01. august 2016
Atlantic Airways samstarvar við FolkeFerie.dk
15. juni 2016
Atlantic Airways broytir í dag terminal á flogvøllinum í Keypmannahavn.
13. juni 2016
Atlantic Airways fleiri ferðandi í mai
31. mai 2016
Atlantic Airways heldur kósina
11. apríl 2016
Fleiri og enn bíligari flogferðir
16. februar 2016
Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar
01. februar 2016