Atlantic Airways fleiri ferðandi í mai

Higartil í ár hava 98.900 ferðandi flogið við Atlantic Airways, ið eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. 

 

Teir fyrstu 5 mánaðirnar í ár vóru tilsamans 98.900 ferðafólk á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 91.400 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.

 

25.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í mai, og tað er 6 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør.

         

Avbjóðingar hava verið við flogferðsluni í mai orsaka av tekniskum ávum. Hóast umstøðurnar ikki hava verið av teimum bestu, hevur eydnast at flogið rættstundis í 82 prosentum av øllum fráferðum í mai – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Reglusemið var 96 prosent. Higartil í ár er flogið rættstundis í 86 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 4 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2015.

 

Í summar ber til at ferðast beinleiðis úr Føroyum til níggju ymisk ferðamál: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Edinburgh, Barcelona, Mallorka og Kreta.

 

Vinaliga

Atlantic Airways

 

Fleiri upplýsingar fáast frá Jóhonnu á Bergi, stjóra, á telefon 21 37 30..


Flotin fingið navn, og grunnurin Listaflog settur á stovn
14. november 2016
Navnakapping: Hvussu skulu flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eita?
14. november 2016
Framgongd í ferðafólkatølum í oktober
02. november 2016
Broyting í viðførisreglunum hjá Atlantic Airways
27. oktober 2016
Fleiri ferðandi í september
30. september 2016
Methøg ferðafólkatøl og betri reglusemi
01. september 2016
Fleiri enn 42.750 ferðafólk í juli – hetta er met
01. august 2016
Atlantic Airways samstarvar við FolkeFerie.dk
15. juni 2016
Atlantic Airways broytir í dag terminal á flogvøllinum í Keypmannahavn.
13. juni 2016
Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus
10. juni 2016
Atlantic Airways heldur kósina
11. apríl 2016
Fleiri og enn bíligari flogferðir
16. februar 2016
Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar
01. februar 2016