November var góður hjá Atlantic Airways

17.000 ferðandi flugu við Atlantic Airways í november í ár, og tað er 21 prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Higartil í ár er vøksturin 13 prosent í ferðafólkatalinum tilsamans, sammett við januar-november 2014 

November hilnaðist væl hjá Atlantic Airways. 17.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá flogfelagnum í farna mánaði, og tað er ein vøkstur á 21 prosent, sammett við sama mánað í fjør.

Góða gongdin í ferðafólkatalinum hevur sostatt hildið á alt árið. Tíðarskeiðið januar til november í ár flugu tilsamans 250.700 ferðafólk á rutunetinum hjá føroyska flogfelagnum, og tað er 13 prosent meira enn fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, tá ið 221.800 ferðandi flugu við Atlantic Airways. 

Stundvísið við fráferðir -t.e. seinking minni enn 15 minuttir – var 87 prosent av øllum fráferðum.

Tíðarskeiðið frá januar til November 2015 varð flogið rættstundis í 85 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 3 prosent stig betri, sammett við sama tíðarskeið í 2014.

 

Vinaliga


Atlantic Airways


Fleiri upplýsingar fáast frá Jóhonnu á Bergi, stjóra, á telefon 21 37 30.


Atlantic Airways fær nýggja tyrlu
01. desember 2015
Atlantic Airways framvegis góð ferðafólkatøl
31. oktober 2015
Móttøka fyri Jóhannu á Bergi og Jørgen Holme
04. september 2015
Gott summar hjá Atlantic Airways
01. september 2015
Atlantic Airways undirskrivað avtalu um Airbus 320
11. juni 2015
Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways
02. juni 2015
Atlantic Airways keypir nýggjar tyrlur
16. Mai 2015
Atlantic Airways ætlanir um nýggjan Airbus
30. Apríl 2015
2014 gott ár hjá Atlantic Airways
9. Apríl 2015
Ársaðalfundur verður 9. apríl 2015
24. mars 2015
EuroBonus víðkað og Súlan í søguna
27. februar 2015
Atlantic Airways flýgur við framkomnastu tøknifrøði í Evropa
27. januar 2015