Atlantic Airways flýgur við framkomnastu tøknifrøði í Evropa

Airbus 319 flogførini hjá Atlantic Airways flúgva við framkomnastu tøknifrøði í Evropa, RNP AR 0,1. Hesum boðar Airbus-samtakið frá eftir seinastu dagføring av tøknifrøðini

 

Atlantic Airways gongur á odda, tá tað snýr seg um framkomna navigatións-tøknifrøði, staðfestir Airbus-samtakið. Tey trý Airbus 319 flogførini hjá føroyska flogfelagnum eru øll útgjørd við tøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, sum hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar.

Talan er um eina tøknifrøði grundaða á GPS-skipanina, ið nú eisini er sameind við vanligu ILS-skipanina á flogvøllum, og sum samanlagt er eitt sera neyvt tól til innflúgvingar og útflúgvingar. Sambært Airbus er Atlantic Airways fyrsta flogfelagið í heiminum at nýta RNP AR 0,1 og ILS sameint í eitt amboð til inn- og útflúgvingar. Føroyska flogfelagið hevur í fyrstu atløgu lagað sameiningina av RNP AR 0,1 og ILS eftir Vága Floghavn, sum harvið er fyrsti flogvøllur í heiminum, har hesin framferðarháttur verður nýttur. Tey trý Airbus flogførini hjá Atlantic Airways kunnu sostatt til dømis flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður.

Atlantic Airways var fyrsta flogfelagið í Evropa, sum fleyg við nýggju tøknifrøðini, tá felagið í 2012 keypti eitt nýtt Airbus flogfar. Tey trý Airbus 319 hjá føroyska flogfelagnum eru nú øll farin ígjøgnum eina gjølliga dagføring av RNP AR 0,1, og tað hevur fingið Airbus í einum tíðindaskrivi at staðfesta, at ”Atlantic Airways flýgur framkomnastu loftrúms tøknifrøði í Evropa”.

Airbus menti upprunaliga nýggju tøknifrøðina í samstarvi við Atlantic Airways, og seinastu dagføringarnar eru somuleiðis farnar fram saman við føroyska flogfelagnum, har Jóhan í Niðristovu, flogskipari, hevur umboðað Atlantic Airways sum verkætlanarleiðari.

- Tað hevur bæði verið ein fragd og ein avbjóðing at vera við til at menna eitt so nágreiniligt navigatiónsamboð, sum er við til at økja reglusemið í Vága Floghavn, sigur Jóhan í Niðristovu, Airbus-kapteynur og verkætlanarleiðari.

Sámal Danielsen, flogleiðari hjá Atlantic Airways, er eisini sera væl nøgdur við RNP
AR 0,1, sum hevur lagt Atlantic Airways á odda í Evropa, tá tað snýr seg um framkomna tøknifrøði.

- Vit hava havt eitt sera gott samstarv við danska Ferðslustýrið um upprunaliga at fáa
góðkenning til RNP AR 0,1 eins og í víðari menningini, har RNP AR 0,1 og vanliga
flogvallarskipanin í Føroyum, eru bundin saman. Harvið eru vit serútgjørd at flúgva til og úr Føroyum, sigur Sámal Danielsen, flogleiðari.

Airbus og Atlantic Airways halda fram við samstarvinum at víðari menna RNP AR 0,1,
sum higartil hevur havt við sær færri seinkingar til frama fyri kundarnar hjá flogfelagnum.


Vinarliga

Atlantic Airways

 


Atlantic Airways fær nýggja tyrlu
01. desember 2015
November var góður hjá Atlantic Airways
30. november 2015
Atlantic Airways framvegis góð ferðafólkatøl
31. oktober 2015
Móttøka fyri Jóhannu á Bergi og Jørgen Holme
04. september 2015
Gott summar hjá Atlantic Airways
01. september 2015
Atlantic Airways undirskrivað avtalu um Airbus 320
11. juni 2015
Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways
02. juni 2015
Atlantic Airways keypir nýggjar tyrlur
16. Mai 2015
Atlantic Airways ætlanir um nýggjan Airbus
30. Apríl 2015
2014 gott ár hjá Atlantic Airways
9. Apríl 2015
Ársaðalfundur verður 9. apríl 2015
24. mars 2015
EuroBonus víðkað og Súlan í søguna
27. februar 2015