Gott summar hjá Atlantic Airways

11 prosent fleiri ferðafólk flugu við Atlantic Airways í summar, sammett við síðsta summar, verður staðfest í dag, nú stjóraskifti er í flogfelagnum. Stundvísið við fráferðir er eisini vorðið munandi betri síðsta hálva árið 

Atlantic Airways leggur eitt gott summar afturum seg, sum flogfelagið, ið fær nýggjan stjóra í dag, er sera væl nøgt við.

Talið av ferðafólkum er økt við umleið 12.500 ferðafólkum í tíðarskeiðnum fra mai til august í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør – ein vøkstur úr sløkum 109.500 ferðafólkum summarið 2014 upp í umleið 122.000 ferðandi summarið 2015. Ferðafólkatalið er sostatt í miðal økt 11 prosent í summar, sammett við summarmánaðirnar 2014. Talið av ferðandi er at kalla hækkað á øllum rutunetinum.

- Eg eri sera væl nøgdur við gongdina í summar. Góða gongdin ber boð um, at vit tóku rættar avgerðir í nýggju strategiini, tí vit kunnu staðfesta framgongd at kalla allastaðni á rutunetinum, staðfestir Jørgen Holme, ið gavst í stjórastarvinum í Atlantic Airways í gjár.

Nýggi stjórin, Jóhanna á Bergi, sum setur seg í stjórastólin í dag, er somuleiðis væl nøgd við nýggjastu ferðafólkatølini.

- Eg kann bert siga, at tað er ein sera góð kensla at taka við stjórastarvinum í einum felag, sum er í stórari menning. Fráfarni stjórin hevur saman við okkara dugnaligu starvsfólkum lagt eitt nýtt støði, sum eg byggi víðari á í framtíðarmenningini av flogfelagnum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. 

Stundvísið við fráferðir er eisini vorðið munandi betri síðsta hálva árið. Í tíðarskeiðnum frá mai til august 2015 varð flogið rættstundis í 76 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 17 prosentstig betri enn sama tíðarskeið síðsta summar.

Fleiri orsøkir eru til hesa framgongdina – eitt nú er flogvirksemið gjørt einfaldari, og bøtt er um innanhýsis arbeiðsgongdirnar. Ein týðandi orsøk er eisini dagføringin av GPS-grundaðu navigatións-tøknifrøðini, RNP, í flogførunum, sum hevur havt við sær, at tey trý Airbus-flogførini kunnu flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður. 

Vinaliga

Atlantic Airways

 

 

Fleiri upplýsingar fáast frá Jóhonnu á Bergi, stjóra, á telefon 21 37 30.


Atlantic Airways fær nýggja tyrlu
01. desember 2015
November var góður hjá Atlantic Airways
30. november 2015
Atlantic Airways framvegis góð ferðafólkatøl
31. oktober 2015
Móttøka fyri Jóhannu á Bergi og Jørgen Holme
04. september 2015
Atlantic Airways undirskrivað avtalu um Airbus 320
11. juni 2015
Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways
02. juni 2015
Atlantic Airways keypir nýggjar tyrlur
16. Mai 2015
Atlantic Airways ætlanir um nýggjan Airbus
30. Apríl 2015
2014 gott ár hjá Atlantic Airways
9. Apríl 2015
Ársaðalfundur verður 9. apríl 2015
24. mars 2015
EuroBonus víðkað og Súlan í søguna
27. februar 2015
Atlantic Airways flýgur við framkomnastu tøknifrøði í Evropa
27. januar 2015