Atlantic Airways undirskrivað avtalu um Airbus 320

Atlantic Airways og Airbus hava gjørt eina avtalu um, at Atlantic Airways keypir ein Airbus 320, sum skal latast felagnum í endanum av 2016

 

Atlantic Airways og evropeiska flogverksmiðjan, Airbus, hava í dag gjørt eina avtalu um, at flogfelagið keypir ein Airbus 320. Airbus skal eftir ætlanini lata Atlantic Airways flogfarið fram ímóti ársenda 2016. Sambært avtaluni við Airbus verður prísurin ikki almannakunngjørdur.


Tað er støðugt vaksandi tørvurin á rutuni millum Føroyar og Keypmannahavn, ið fær Atlantic Airways at keypa eitt størri flogfar, sum fyrst og fremst skal flúgva á hesi rutuni.



Airbus 320 tekur 168 ferðafólk, og tað er 24 meira enn Airbus 319, sum hevur rúm fyri 144 ferðandi. Atlantic Airways hevur í dag tríggjar Airbus 319 í flotanum, og av  teimum eigur felagið eitt flogfar og lantíðarleigar tvey.



Nýggja flogfarið verður – eins og verandi flogfør – útgjørt við framkomnu navigatiónstøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, sum higartil hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar. Talan er um eina tøknifrøði grundaða á GPS-skipanina, ið nú eisini er sameind við vanligu ILS-skipanina á  flogvøllum, og sum samanlagt er eitt sera neyvt tól til innflúgvingar og útflúgvingar.

A320 Undirskriving -Mynd


Vinaliga


Atlantic Airways


Fleiri upplýsingar fáast frá Jørgen Holme, stjóra, á telefon 21 37 20.


Atlantic Airways fær nýggja tyrlu
01. desember 2015
November var góður hjá Atlantic Airways
30. november 2015
Atlantic Airways framvegis góð ferðafólkatøl
31. oktober 2015
Móttøka fyri Jóhannu á Bergi og Jørgen Holme
04. september 2015
Gott summar hjá Atlantic Airways
01. september 2015
Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways
02. juni 2015
Atlantic Airways keypir nýggjar tyrlur
16. Mai 2015
Atlantic Airways ætlanir um nýggjan Airbus
30. Apríl 2015
2014 gott ár hjá Atlantic Airways
9. Apríl 2015
Ársaðalfundur verður 9. apríl 2015
24. mars 2015
EuroBonus víðkað og Súlan í søguna
27. februar 2015
Atlantic Airways flýgur við framkomnastu tøknifrøði í Evropa
27. januar 2015