Atlantic Airways keypir nýggjar tyrlur

Atlantic Airways hevur avgjørt at keypa tvær nýggjar tyrlur av slagnum AW 139. Talan er um ein munandi bata fyri tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar

 

Atlantic Airways skiftir tyrluflotan út og keypir tvær nýggjar tyrlur av slagnum AW 139, ið felagið ætlandi yvirtekur í fyrru helvt av 2016.

 

Nýggju tyrlurnar skulu loysa av tær báðar 20 ára gomlu Bell 412, sum í dag eru í tyrlutilbúgvingini og rutuflúgvingini millum oyggjarnar. Talan verður um ein munandi bata fyri tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina. 

 

AW 139 tyrlurnar kunnu flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum. Bell 412 kunnu bert flúgva út á 127 fjórðingar at arbeiða í 30 minuttir. 

 

Í neyðstøðum og undir sjúkraflutningi hava AW 139 pláss fyri tveimum børum, tveimum av manningini í kabinuni og fýra avvarðandi. Bell 412 hava einans rúm fyri einari børu, tveimum av manningini í kabinuni og trimum avvarðandi. Samanumtikið er nógv meira pláss til bjargingararbeiði umborð á nýggju tyrlunum. 

 

Cruise ferðin hjá AW 139 er  260 km/t, og mesta ferðin er 303 km/t. Bell 412 hava somu cruise ferð og mestu ferð – í báðum førum 195 km/t.

 

AW 139 taka 15 ferðafólk, og Bell 412 hava rúm fyri níggju ferðandi. AW 139 eru útgjørdar við sonevndum ”super silent kabinum”. Ljóðið umborð svarar sostatt til ljóðið umborð á einum ferðafólkaflogfari, og tí er ikki neyðugt við hoyrivernd, sum er alneyðug umborð á Bell 412.      

Nýggju tyrlurnar eru eisini útgjørdar við framkomnu RNP-tøknifrøðini, ið verður brúkt umborð á Airbus flogførunum, og sum ger tað møguligt at flúgva lægri og í verri sýni enn í dag. Atlantic Airways hevur í fleiri umførum leigað AW 139 tyrlur til eitt nú flúgving í oljuvinnuni, og tí hevur felagið longu hollan kunnleika at handfara AW 139.

           

-Hetta er eitt stórt framstig fyri tyrlutænastuna, tí gomlu tyrlurnar kunnu minni og minni, so hvørt nýggjar og strangari reglur støðugt verða settar í gildi á økinum. Við AW 139 fáa vit nútímans tyrlur til framtíðina, sum lúka allar viðkomandi treytir, sigur  Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways.

           

 

 

Vinaliga

Atlantic Airways


Atlantic Airways fær nýggja tyrlu
01. desember 2015
November var góður hjá Atlantic Airways
30. november 2015
Atlantic Airways framvegis góð ferðafólkatøl
31. oktober 2015
Móttøka fyri Jóhannu á Bergi og Jørgen Holme
04. september 2015
Gott summar hjá Atlantic Airways
01. september 2015
Atlantic Airways undirskrivað avtalu um Airbus 320
11. juni 2015
Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways
02. juni 2015
Atlantic Airways ætlanir um nýggjan Airbus
30. Apríl 2015
2014 gott ár hjá Atlantic Airways
9. Apríl 2015
Ársaðalfundur verður 9. apríl 2015
24. mars 2015
EuroBonus víðkað og Súlan í søguna
27. februar 2015
Atlantic Airways flýgur við framkomnastu tøknifrøði í Evropa
27. januar 2015