Atlantic Airways framvegis góð ferðafólkatøl

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways ganga framvegis uppeftir, og higartil í ár er vøksturin 12 prosent sammett við sama tíðarskeið í fjør. Stundvísið við fráferðir batnar eisini áhaldandi.

Nú bert tveir mánaðir eru eftir av árinum, ber til at staðfesta, at góða gongdin í ferðafólkatalinum hjá Atlantic Airways hevur hildið sær á einum nøktandi støði.

Teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár flugu tilsamans 233.700 ferðafólk á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað er 12 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 207.700 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum. Eisini oktober í ár, tá ið 21.500 ferðandi flugu við Atlantic Airways, royndist væl betur enn sami mánaður í fjør, tá ið ferðafólktalið var 18.900. Tað er ein vøkstur á 14 prosent í einum mánaði, sum vanliga hevur verið í lakara lagi hjá flogfelagnum.

Tíðarskeiðið mai til august í ár øktist ferðafólkatalið í miðal 11 prosent, sammett við summarmánaðirnar 2014. Tað svaraði til eina øking á umleið 12.500 ferðafólk.


Stundvísið við fráferðir batnar eisini støðugt. Tíðarskeiðið frá januar til oktober 2015 varð flogið rættstundis (minni enn 15 min. seinking) í 85 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 4 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2014. Dagføringin av GPS-grundaðu navigatións-tøknifrøðini, RNP, í flogførunum, er ein orsøk til góða stundvísið. RNP hevur við sær, at tey trý Airbus-flogførini kunnu flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður.

Vinaliga


Atlantic Airways


Fleiri upplýsingar fáast frá Jóhonnu á Bergi, stjóra, á telefon 21 37 30.


Atlantic Airways fær nýggja tyrlu
01. desember 2015
November var góður hjá Atlantic Airways
30. november 2015
Móttøka fyri Jóhannu á Bergi og Jørgen Holme
04. september 2015
Gott summar hjá Atlantic Airways
01. september 2015
Atlantic Airways undirskrivað avtalu um Airbus 320
11. juni 2015
Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways
02. juni 2015
Atlantic Airways keypir nýggjar tyrlur
16. Mai 2015
Atlantic Airways ætlanir um nýggjan Airbus
30. Apríl 2015
2014 gott ár hjá Atlantic Airways
9. Apríl 2015
Ársaðalfundur verður 9. apríl 2015
24. mars 2015
EuroBonus víðkað og Súlan í søguna
27. februar 2015
Atlantic Airways flýgur við framkomnastu tøknifrøði í Evropa
27. januar 2015