Atlantic Airways ætlanir um nýggjan Airbus

Atlantic Airways og Airbus hava gjørt eina fyribilsavtaluum, at Atlantic Airways keypir ein Airbus 320, sum skal latast felagnum í endanum av 2016Endaliga avtalan verður undirskrivað í juni

 

Atlantic Airways ætlar at keypa eitt nýtt flogfar av slagnum Airbus 320. Flogfelagið og evropeiska flogverksmiðjan, Airbus, hava í hesum sambandi gjørt eina fyribilsavtalueitt sokallaðmemorandum of understandinghar partarnir í fyrstu atløgu hava avtalað leiðreglurnar fyri at keypa nýggja flogfarið. Sambært avtaluni við Airbus verður prísurin ikki almannakunngjørdur.

Airbus skal eftir ætlanini lata Atlantic Airways flogfarið fram ímóti ársenda 2016Tað er støðugt vaksandi tørvurin á rutuni millum Føroyar og Keypmannahavn,  fær Atlantic Airways atkeypa eitt størri flogfarsum fyrst og fremst skal flúgva á hesirutuni. 

Airbus 320 tekur 168 ferðafólk, og tað er 24 meira ennAirbus 319, sum hevur rúm fyri 144 ferðandi. Atlantic Airways hevur í dag tríggjar Airbus 319 í flotanumog av teimum eigur felagið eitt flogfar og lantíðarleigar tvey. Sáttmálarnir fyri tey bæði leigaðu flogførini fara úr gildi í september 2016, og ætlanin er at leingja tann eina av hesum sáttmálunum fyri at tryggja nóg mikið av flogkapasiteti, meðan felagið er í einum skiftistíðarskeiði, har eitt flogfar verður keypt, og NORÐ-ruturnar arbeiddar upp. 

Atlantic Airways hevur í fyrstu atløgu valt at flúgva NORÐ-ruturnar við Airbus 319 til heystið 2016. Hetta tíðarskeiðið er tískil ein royndartíð at kanna eftir, um grundarlag er fyri at útvega eitt minni flogfar til NORÐ. Framvegis verður hugt eftir, hvat annað slag av flogfari kann verða hóskandi til NORÐ-ruturnar.

Samanumtikið miðar Atlantic Airways innan tey næstu árini eftir einum flúgvaraflota við einum Airbus 320, einum Airbus 319 og einum flogfari, sum hóskar væl til NORÐ-ruturnar. 

Nýggja flogfarið verður – eins og verandi flogfør – útgjørt við framkomnu navigatións-tøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, sum higartil hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar. Talan er um eina tøknifrøði grundaða á GPS-skipanina, ið nú eisini er sameind við vanligu ILS-skipanina á flogvøllum, og sum samanlagt er eitt sera neyvt tól til innflúgvingar og útflúgvingar. 

Føroyska flogfelagið hevur í fyrstu atløgu lagað sameiningina av RNP AR 0,1 og ILS eftir Vága Floghavn, sum harvið er fyrsti flogvøllur í heiminum, har hesin framferðarháttur verður nýttur. Flogførini hjá Atlantic Airways kunnu sostatt til dømis flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður.

 

Vinaliga

Atlantic Airways

 

Fleiri upplýsingar fáast frá Jørgen Holme, stjóra, á telefon 21 37 20.  


Atlantic Airways fær nýggja tyrlu
01. desember 2015
November var góður hjá Atlantic Airways
30. november 2015
Atlantic Airways framvegis góð ferðafólkatøl
31. oktober 2015
Móttøka fyri Jóhannu á Bergi og Jørgen Holme
04. september 2015
Gott summar hjá Atlantic Airways
01. september 2015
Atlantic Airways undirskrivað avtalu um Airbus 320
11. juni 2015
Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways
02. juni 2015
Atlantic Airways keypir nýggjar tyrlur
16. Mai 2015
2014 gott ár hjá Atlantic Airways
9. Apríl 2015
Ársaðalfundur verður 9. apríl 2015
24. mars 2015
EuroBonus víðkað og Súlan í søguna
27. februar 2015
Atlantic Airways flýgur við framkomnastu tøknifrøði í Evropa
27. januar 2015