2014 gott ár hjá Atlantic Airways

Við 20,2 milliónum krónum í avlopi fyri skatt kom Atlantic Airways væl út úr 2014, sum var eitt hendingaríkt ár hjá felagnum við øktum inntøkum og ferðafólkatølum

 

2014 var eitt gott og hendingaríkt ár hjá Atlantic Airways við einum høgum virkisstigi og nógvum grundleggjandi broytingum í felagnum. Eitt gott ársúrslit, gott gjaldføri, hækkandi ferðafólkatøl – samstundis sum nógvar bygnaðarbroytingar eru framdar – hevur givið nevndini vissu fyri, at nýggja kósin var ein røtt avgerð.

 

Ársúrslitið meira enn tvífaldaðist í 2014, sammett við 2013. Úrslitið var 20,2 milliónir krónur fyri skatt í fjør, samanborið við 8,7 milliónir krónur í 2013. Eftir skatt kom Atlantic Airways út úr 2014 við 16,5 milliónum krónum. Í 2013 var ársúrslitið 7,1 milliónir krónur eftir skatt.

 

Inntøkurnar øktust seks prosent úr 542,2 milliónum krónum í 2013 upp í 573,7 milliónir krónur í 2014. Talið av ferðandi hækkaði úr 225.200 í 2013 upp í 237.028 í 2014, tað var ein vøkstur upp á fimm prosent.

 

Gjaldførið var 103 milliónir krónur við árslok. Tað er 13 milliónir krónur minni enn í 2013, men nevndin er væl nøgd við støðuna, havandi í huga, at felagið í tíðarskeiðnum samstundis er farið ígjøgnum eina víðfevnda broytingartilgongd, og at felagið eisini hevur keypt aftur egin partabrøv fyri 68 milliónir krónur.

 

Tølini vísa rætta vegin, og nevndin ætlar at halda kósina, sum er løgd í nýggju strategiini, ið varð sett í verk í fjør. Við nýggju strategiini í hondini er margfeldið í virkseminum minkað, og felagið hugsavnar seg nú um at menna eitt regluligt og støðugt rutunet í Norðurlondum við Føroyum sum snúningsdepli og upphavsstaði. Rutuflúgvingin er raðfest fremst, og tann orka og tað pláss, sum leypir av rutuflúgvingini, verður selt til leiguflúgving, tá ið tað er møguligt. Øll menning í Atlantic Airways tekur støði í nærøkinum.

 

-Felagið ynskir at verða ein virðismikil loftbrúgv til umheimin, sum hevur fleiri ymisk sambond við grannalondini og harvið fleiri ”hurðar” til restina av verðini. Vit hava sostatt flutt bæði Atlantic Airways og umheimin tættari at Føroyum, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

 

Samanumtikið hevur einfaldari ferðaseðlaskipanin – umframt bíligi 799-ferðaseðilin og sum heild lægri ferðaseðlaprísir – verið ein væl móttikin sólskinssøga. Hetta grunda nevnd og leiðsla á ta sannroynd, at sølan hjá felagnum økist, umframt at
seinasta kundakanningin, ið var í februar, vísir eina greiða framgongd í áskoðanini, sum føroysku ferðafólkini hava á prísirnar hjá felganum, sammett við eina kundakanning í oktober 2014. Her kann leggjast afturat, at kanningin í februar varð gjørd eftir, at síðsti parturin av broytingunum í prísum og reglum varð almannakunngjødur 3. desember 2014 við ferðaseðlunum TÍÐLIGA og ALTÍÐ, sum høvdu við sær eina bíligari og greiðari ferðaseðlaskipan. Atlantic Airways hevur selt umleið 30.500 einvegis 799-ferðaseðlar síðani juni 2014.

 

Tað gongur støðugt og eftir ætlan at seta nýggju strategiina í verk, men ein strategi er ikki læst føst, og skuldi tað hent, at alt ikki gongur eftir ætlan, so kunnu avgerðir sjálvandi endurskoðast. Tað er tó týdningarmikið at halda fast um, at Atlantic Airways fyrst og fremst skal tæna Føroyum og føroyingum.

 

Atlantic Airways er komið heim. Atlantic Airways stendur – við dugnaligum starvsfólkum og tryggari støð í Føroyum – á sterkum undirstøði, og felagið er til reiðar at taka ímóti avbjóðingunum, sum liggja fyri framman.

 

Vinaliga

Atlantic Airways

 

Fleiri upplýsingar fáast hjá Niels Mortensen, nevndarformanni, á tel. 21 69 28.


Atlantic Airways fær nýggja tyrlu
01. desember 2015
November var góður hjá Atlantic Airways
30. november 2015
Atlantic Airways framvegis góð ferðafólkatøl
31. oktober 2015
Móttøka fyri Jóhannu á Bergi og Jørgen Holme
04. september 2015
Gott summar hjá Atlantic Airways
01. september 2015
Atlantic Airways undirskrivað avtalu um Airbus 320
11. juni 2015
Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways
02. juni 2015
Atlantic Airways keypir nýggjar tyrlur
16. Mai 2015
Atlantic Airways ætlanir um nýggjan Airbus
30. Apríl 2015
Ársaðalfundur verður 9. apríl 2015
24. mars 2015
EuroBonus víðkað og Súlan í søguna
27. februar 2015
Atlantic Airways flýgur við framkomnastu tøknifrøði í Evropa
27. januar 2015