Sjálvboðið keypstilboð til partaeigarar í Atlantic Airways P/f

Almannakunngering av tilboðsskrivi til partaeigarar felagsins

 

Tann 10. februar 2014 almannakunngjørdi Atlantic Airways P/f eina fráboðan um, at felagið ætlar at seta fram eitt sjálvboðið keypstilboð viðvíkjandi keypi av partabrøvum í Atlantic Airways P/f, tó ikki partabrøv, sum tilhoyra Vinnumálaráðnum, í samráð við Vinnumálaráðið til ein kurs, sum er ISK 4.403,28, ella DKK 210, fyri hvørt partabræv á nominelt DKK 100.

Keypstilboðið til partaeigarar felagsins er almannakunngjørt í einum tilboðsskjali, sum er góðkent av íslendska fíggjareftirlitinum.

Tilboðsskjalið kann lesast á heimasíðuni hjá Atlantic Airways P/f www.atlantic.fo, og eitt kunningarskriv saman við tilboðsskjalinum verður eisini sent av Atlantic Airways P/f til allar partaeigarar, sum eru noteraðir við navni (burtursæð frá partaeigarum, sum búgva í londum, har tað er í stríð við lóggávuna at seta fram slíkt tilboð). Tilboðsskjalið kann eisini lesast á skrivstovu felagsins: Atlantic Airways P/f, Vágar Airport, FO-380 Sørvágur.

Keypstilboðið er galdandi frá 13. mars og er galdandi til 22. apríl 2014, um ikki annað verður upplýst seinni. Góðkenning av keypstilboðnum skal fráboðast til bankasambandið hjá viðkomandi partaeigara ella til eitt børsmeklarafelag í so góðari tíð, at peningastovnurin ella børsmeklarafelagið kunnu viðgera og senda góðkenningina víðari til felagið, áðrenn tilboðstíðin er úti.

Tilboðs yvirlit (IS)

Tilboðs yvirlit (UK)

Sørvágur, tann 7. mars 2014 


Nakrar smærri ferðslubroytingar um jólini/nýggjárið
15. desembur 2014
Einfaldari og bíligari ferðaseðlar
03. desembur 2014
Ferðandi nummar 3.000.000 við Atlantic Airways
28. november 2014
Airbus flýgur NORÐ-ruturnar fram til 2016
26. september 2014
Egyptaland kostaði eisini í 1. ársfjórðingi 2014
24. apríl 2014
Results of the Offer for Shares in Atlantic Airways P/f
24. apríl 2014
Result of Extraordinary General Meeting 31 March 2014
31. Mars 2014
Eykaaðalfundur 31.mars 2014
07. mars 2014
Seinasta BAE RJ-100 úr flotanum hjá Atlansflogi
11. februar 2014
Atlantic Airways to buy the privately owned shares in the company
10. februar 2014
Atlantic Airways wins tender to provide Statoil helicopter service
09. januar 2014