Nakrar smærri ferðslubroytingar um jólini/nýggjárið

Nakrar smærri broytingar verða gjørdar í flogrutunum fyri jólini og nýggjárið, av tí at eitt flogfar verður tikið úr rakstrinum.

 

Í sambandi við eitt regluligt eftirlit av einum av okkara trimum Airbus flogførum er komið fram á nakað, sum skal kannast nærri og umvælast. Avleiðingin av hesum er, at hetta flogfarið verður ikki tøkt til jóla- og nýggjársferðsluna, og viðførir hetta nakrar minni broytingar í ferðsluni um jólini og nýggjárið. Upplýsingar um tær rutur, sum verða ávirkaðar av broytingunum, eru at finna á okkara heimasíðu atlantic.fo.
Atlantic Airways setir seg í samband við tey ferðandi, sum verða ávirkaði av hesum broytingum.

 

Eins og fyrr koma vit við okkara umbókingum í reservatiónunum hjá kundunum at hava uppskot til bestu alternativini, har miðað verður eftir, at nýggju ferðatíðirnar eru so tætt upp at teim upprunaligu, sum til ber. Um kundarnir ynskja eitt annað alternativ, vilja vit gera okkara besta fyri at umbóka kundarnar, soleiðis at broytingarnar hava minst møguliga ávirkan á teir. Um kundin ynskir heilt at annullera sín ferðaseðil, verður ferðaseðilin sjálvsagt endurgoldin.

 

Vit harmast um hesar neyðugu broytingar og vóna at kundarnir vilja bera yvir við okkum.

 

Yvirlit yvir broyttu flogruturnar (allar tíðir eru lokalar):

 

18. des

RC471 úr Billund til Vágar, upprunalig fráferð kl. 09:00, nýggj fráferð kl. 12:45

RC452 úr Vágum til Keypmannahavn, upprunalig fráferð kl. 11:00, nýggj fráferð kl. 15:00

RC455 úr Keypmannahavn til Vágar, upprunalig fráferð kl. 14:55, nýggj fráferð kl. 19:00

RC433 úr Bergen til Vágar, upprunalig fráferð kl. 20:30, nýggj fráferð kl. 23:30

 

19. des

RC460 úr Vágum til Keypmannahavn kl. 16:00 er avlýstur. Ferðandi eru umbókaði til RC456, sum fer úr Vágunum kl. 14:45

 

20. des

RC457 úr Keypmannahavn til Vágar verður seinkaður 1 tíma og 15 min. Upprunalig fráferð kl. 19:15, nýggj fráferð kl. 20:30.

 

3. jan

RC452 til Keypmannahavnar kl. 11:00 er avlýstur. Ferðandi verða umbókaði til RC450/456/460 tann 3. januar og nøkur ferðandi verða umbókaði til 4. januar.

 

04. jan

RC455 úr Keypmannahavn til Vágar, upprunalig fráferð kl. 18:00, nýggj fráferð kl. 19:00.

RC458 úr Vágum til Keypmannahavn, upprunalig fráferð kl. 20:00, nýggj fráferð kl. 21:00.

 

6. jan

Nýggj fráferð fyri RC472 úr Vágum til Billund kl. 12:00.

Vinaliga

Atlantic Airways


Einfaldari og bíligari ferðaseðlar
03. desembur 2014
Ferðandi nummar 3.000.000 við Atlantic Airways
28. november 2014
Airbus flýgur NORÐ-ruturnar fram til 2016
26. september 2014
Egyptaland kostaði eisini í 1. ársfjórðingi 2014
24. apríl 2014
Results of the Offer for Shares in Atlantic Airways P/f
24. apríl 2014
Result of Extraordinary General Meeting 31 March 2014
31. Mars 2014
Sjálvboðið keypstilboð til partaeigarar í Atlantic Airways P/f
07. mars 2014
Eykaaðalfundur 31.mars 2014
07. mars 2014
Seinasta BAE RJ-100 úr flotanum hjá Atlansflogi
11. februar 2014
Atlantic Airways to buy the privately owned shares in the company
10. februar 2014
Atlantic Airways wins tender to provide Statoil helicopter service
09. januar 2014