Ferðandi nummar 3.000.000 við Atlantic Airways

Bjarta Arge gjørdist í morgun ferðandi nummar 3.000.000 hjá Atlantic Airways, tá ið Airbus 319 fór av flogvøllinum í Vágum kl. 08.15 

Tíðliga í morgun fór ferðafólk nummar 3.000.000 hjá Atlantic Airways um borð á Airbus 319, sum setti kós ímóti Keypmannahavn klokkan 08.15.

Talan var um Bjartu Arge, ið skrivaði viðførið inn í Vágum í morgun, og sum harvið gjørdist ferðafólk nummar 3.000.000, síðani Atlantic Airways fleyg sín fyrsta túr 28. mars 1988.

Jørgen Holme, stjóri, tók ímóti og gleddi Bjartu við tveimum ferðaseðlum, sum kunnu brúkast á øllum rutunetinum hjá Atlantic Airways. 

Ferðafólk nummar 500.000 fleyg við Atlantic Airways í juli 1998 – góð 10 ár eftir fyrsta túrin. Nummar 1.000.000 fór umborð í november 2003, og nummar 2.000.000 fleyg við føroyska flogfelagnum í mars 2010.

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways hava sostatt verið skjótt vaksandi síðani flogfelagið fór upp um milliónina í 2003, um sama mundið sum Mærsk Air gavst at flúgva á Føroyarutuni.

Higartil í ár er ferðafólkatalið økt seks prosent samanborið við somu tíð í fjør, og leiðslan væntar eitt gott rakstrarúrslit.


Nakrar smærri ferðslubroytingar um jólini/nýggjárið
15. desembur 2014
Einfaldari og bíligari ferðaseðlar
03. desembur 2014
Airbus flýgur NORÐ-ruturnar fram til 2016
26. september 2014
Egyptaland kostaði eisini í 1. ársfjórðingi 2014
24. apríl 2014
Results of the Offer for Shares in Atlantic Airways P/f
24. apríl 2014
Result of Extraordinary General Meeting 31 March 2014
31. Mars 2014
Sjálvboðið keypstilboð til partaeigarar í Atlantic Airways P/f
07. mars 2014
Eykaaðalfundur 31.mars 2014
07. mars 2014
Seinasta BAE RJ-100 úr flotanum hjá Atlansflogi
11. februar 2014
Atlantic Airways to buy the privately owned shares in the company
10. februar 2014
Atlantic Airways wins tender to provide Statoil helicopter service
09. januar 2014