Einfaldari og bíligari ferðaseðlar

Atlantic Airways bjóðar einfaldari og bíligari ferðaseðlar, TÍÐLIGA og ALTÍÐ, í framhaldi av 799-ferðaseðlinum, sum kom í juni. Nýggju ferðaseðlarnir eru úrslit av einari nágreiniligari gjøgnumgongd av allari ferðaseðlaskipanini, sum er vorðin einfaldari

Atlantic Airways hevur gjørt ferðaseðlaskipanina greiðari, og felagið bjóðar frá í morgin einfaldari og bíligari ferðaseðlar – TÍÐLIGA og ALTÍÐ. Nýggju ferðaseðlarnir koma í kjalarvørrinum á 799-ferðaseðlinum til Danmarkar, ið var almannakunngjørdur í juni sum fyrsta stig í nýggju kósini hjá flogfelagnum.

TÍÐLIGA og ALTÍÐ eru úrslitið av einari nágreiniligari gjøgnumgongd av allari ferðaseðlaskipanini, ið hevði til endamáls at gera skipanina einfaldari, og sum hevur verið ein lang tilgongd við nógvum tøkniligum broytingum.

Ferðaseðlasløgini hjá Atlantic Airways eru sostatt 799-ferðaseðilin til Danmarkar, og á øllum rutunetinum eru tað TÍÐLIGA, har bíligasti einvegis ferðaseðilin kostar 949,00 krónur, og ALTÍÐ, har bíligasti einvegis ferðaseðilin fæst fyri 1849,00 krónur. Nýggju ferðaseðlarnir eru upp í 10 prosent bíligari í byrjunarprísunum sammett við gomlu ferðaseðlarnar.

TÍÐLIGA er ferðaseðilin til ferðandi, ið vilja hava nakað av fleksibiliteti, og sum kunnu bóka ferðaseðilin tíðliga. ALTÍÐ er ferðaseðilin til teirra, ið vilja hava nógvan fleksibilitet, og sum møguliga skulu avstað við stuttum skotbrái.

Einfaldari ferðaseðlabygnaður fer at gagna kundunum, tí nógvar reglur, sum áður stýrdu valinum av ferðaseðli, eru tiknar burtur. Tað ber til at sameina nýggju ferðaseðlarnar TÍÐLIGA og ALTÍÐ. Tað ber ikki til at sameina 799-ferðaseðilin við TÍÐLIGA og ALTÍÐ, men 799-ferðaseðilin er væl hóskandi til ferðandi millum Føroyar og Danmark, ið kunnu bíleggja ferðaseðilin í góðari tíð, og sum eru tilvitað um, at ferðaseðilin ikki kann broytast ella endurrindast.

Í nýggju ferðaseðlaskipanini eru tey áður høgu broytingargjøldini fyri ferðaseðlar minkað niður í eitt broytingargjald á 200 krónur fyri ein TÍÐLIGA-ferðaseðil. ALTÍÐ-ferðaseðilin kann broytast uttan gjald. Tað er framhaldandi galdandi fyri bæði sløgini av ferðaseðlum, at um ein ferðaseðil verður broyttur, verður ein møguligur prísmunur lagdur omaná.

Online-møguleikarnir á atlantic.fo eru vorðnir betri, men bæði hjá Atlantic Airways og á ferðaskrivstovunum er framvegis møguleiki fyri persónligari avgreiðslu fyri eitt avgreiðslugjald.

Samanumtikið er øll ferðaseðlaskipanin umskipað, samstundis sum NORÐ-ruturnar eru til sølu við fýra fráferðum um vikuna til Bergens, trimum fráferðum um vikuna til Reykjavíkar og tveimum fráferðum um vikuna til Edinburgh frá síðst í mars 2015. Í vetur flýgur Atlantic Airways tvær ferðir um vikuna til Noregs og Íslands.

Í vár fer Atlantic Airways eisini at flúgva til Sardinia, sum vann Facebook-kappingina um eitt ferðamál, har várið kann njótast í einum heitum landi. SÓL-ferðamálini næsta summar eru Mallorca og Barcelona.

- Vit eru nú komin eitt stig víðari við nýggju strategiini, har dentur eru lagdur á eina einfaldari ferðaseðlaskipan, lægri prísir og fleiri ferðamøguleikar úr Føroyum út í heim. Alt til gagns fyri føroyingar, føroyskt vinnulív og ferðafólk, sum ynskja at vitja Føroyar, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways.

Vinaliga
Atlantic Airways

Fleiri upplýsingar fáast frá Jørgen Holme, stjóra – telefon 21 37 20 ella á t-posti [email protected]


Nakrar smærri ferðslubroytingar um jólini/nýggjárið
15. desembur 2014
Ferðandi nummar 3.000.000 við Atlantic Airways
28. november 2014
Airbus flýgur NORÐ-ruturnar fram til 2016
26. september 2014
Egyptaland kostaði eisini í 1. ársfjórðingi 2014
24. apríl 2014
Results of the Offer for Shares in Atlantic Airways P/f
24. apríl 2014
Result of Extraordinary General Meeting 31 March 2014
31. Mars 2014
Sjálvboðið keypstilboð til partaeigarar í Atlantic Airways P/f
07. mars 2014
Eykaaðalfundur 31.mars 2014
07. mars 2014
Seinasta BAE RJ-100 úr flotanum hjá Atlansflogi
11. februar 2014
Atlantic Airways to buy the privately owned shares in the company
10. februar 2014
Atlantic Airways wins tender to provide Statoil helicopter service
09. januar 2014