Egyptaland kostaði eisini í 1. ársfjórðingi 2014

Ófriðurin í Egyptalandi og leiguútreiðslur til flogfør vóru høvuðsorsøkin til eitt verri úrslit fyrsta ársfjórðing 2014 sammett við sama tíðarskeið 2013.
Inntøkurnar øktust kortini fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár

 

Inntøkurnar hjá Atlantsflogi øktust fimm prosent fyrsta ársfjórðing 2014 sammett við sama tíðarskeið í fjør. Inntøkurnar hækkaðu fimm milliónir krónur – úr 104 milliónum krónum fyrsta ársfjórðing í 2013 upp í 109 milliónir krónur fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2014. Raksturin er vanliga tyngri í vetrarhálvuni, og aftur í ár var undirskot á rakstrinum í 1. ársfjórðingi, m.a. tí ófriður í Egyptalandi og leiguútreiðslur til flogfør kostaðu nógv.

Í 2013 var hallið í fyrsta ársfjórðingi 2,7 milliónir krónur eftir skatt, sum øktist upp í 7,9 milliónir krónur eftir skatt í 2014. 

Leigutúrarnir hava verið munandi færri til Egyptalands enn ætlað, m.a. tí at ófriður í Egyptalandi hevur havt við sær, at Danmark og onnur lond hava mælt fólki frá at ferðast til Sharm el Sheikh.

-Leiguútreiðslurnar til flogfør hava verið hægri enn í fjør, og talið av leigutúrum hevur samstundis verið munandi minni enn upprunaliga ætlað, staðfestir Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi.

Harumframt er rutuflúgvingin um páskirnar ikki við í fyrsta ársfjórðingi, tí páskirnar lógu í apríl.

-Tað ávirkar tølini munandi skeiva vegin, tá ið samanborið verður við 2013, tá páskirnar vóru í mars. Í fjør vóru inntøkurnar frá páskaferðsluni við í fyrsta ársfjórðingi, men tær eru altso ikki við í ár, vísir Jørgen Holme á.

Samanumtikið hevði vantandi páskaferðslan í mars við sær, at samlaða ferðafólkatalið lækkaði eitt prosent í fyrsta ársfjórðingi í 2014, tá ið samaborið verður við sama tíðarskeið í 2013. Tillagingar, sum eru í gongd, og fyrireikingar til keypið av partabrøvum frá minnilutaeigarum, hava eisini ávirkað fyrsta ársfjórðing skeiva vegin.

Airbus 319, sum eru munandi størri enn gomlu RJ100-flogførini, hava havt við sær, at útboðið av setrum var seks prosent hægri í fyrsta ársfjórðingi 2014 samanborið við 2013. Nýtslustigið á rutunetinum lækkaði fýra prosentstig – úr 67 prosentum niður í 63 prosent.

Atlantsflog hevði 7,4 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2013, og leiðslan metir, at ársúrslitið verður munandi betri í ár, m.a. tí at nógv flúgving verður í oljuvinnuni.

 

Vinalig heilsan

Atlantsflog

 

Fleiri upplýsingar fáast frá Jørgen Holme, stjóra, á tel. 21 37 20.


Nakrar smærri ferðslubroytingar um jólini/nýggjárið
15. desembur 2014
Einfaldari og bíligari ferðaseðlar
03. desembur 2014
Ferðandi nummar 3.000.000 við Atlantic Airways
28. november 2014
Airbus flýgur NORÐ-ruturnar fram til 2016
26. september 2014
Results of the Offer for Shares in Atlantic Airways P/f
24. apríl 2014
Result of Extraordinary General Meeting 31 March 2014
31. Mars 2014
Sjálvboðið keypstilboð til partaeigarar í Atlantic Airways P/f
07. mars 2014
Eykaaðalfundur 31.mars 2014
07. mars 2014
Seinasta BAE RJ-100 úr flotanum hjá Atlansflogi
11. februar 2014
Atlantic Airways to buy the privately owned shares in the company
10. februar 2014
Atlantic Airways wins tender to provide Statoil helicopter service
09. januar 2014