Airbus flýgur NORÐ-ruturnar fram til 2016

Í fyrstu syftu fer Airbus 319 at flúgva á NORÐ-rutunum, sum byrja av álvara várið 2015. Seinni fer Atlantic Airways at útvega sær eitt minnið flogfar til NORÐ. 

Fyrsta stigið var tikið á NORÐ-rutunum í september við tveimum fráferðum um vikuna til Noregs og Íslands. Várið 2015 verður nýggja rutursambandið við grannalondini - Ísland, Noreg og Skotland - við fleiri fráferðum um vikuna endaliga sett í verk. Ferðaætlanin fyri NORÐ verður væntandi klár um fáar vikur. 

NORÐ skal stuðla upp undir vakstrarmøguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi, men vit ynskja sjálvandi eisini, at nýggja rutusambandið við fleiri útgongdum til umheimin vil verða til gleði fyri Føroya fólk og ferðafólk, sum ynskja at vitja Føroya, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways. 

Hann leggur dent á, at Atlantic Airways gleðir seg til at bjóða kundunum eina dyggari tænastu til grannalondini.

Í fyrstu atløgu ferð Airbus 319 at flúgva á NORÐ-rutunum fram til 2016. Atlantic Airways hevur nóg mikið av Airbus-kapasiteti komandi tíðina, men seinni væntar felagið at útvega sær eitt minni flogfar til NORÐ. 

Atlantic Airways kannar framvegis møguleikarnar fyri einum nýggjum flogfari. Flogfelagið samskiftir við flogframleiðarar um møguleikan fyri at útgera eitt nýtt flogfar við somu navigatiónsútgerð, sum er umborð á Airbus 319. Tað er ein GPS-tøknifrøði nevnd RNP 0.1, sum hevur við sær størri reglusemi í flúgvingini, tí flogførini kunnu lenda í vánaligari sýni enn vanligt á flogvøllinum í Vágum. Harumframt skal eitt nýtt flogfar verða bíligari í rakstri. 

Vinarliga

Atlantic Airways

Fleiri upplýsingar fáast frá Jørgen Holme, stjóra, á tlf. 21 37 20.


Nakrar smærri ferðslubroytingar um jólini/nýggjárið
15. desembur 2014
Einfaldari og bíligari ferðaseðlar
03. desembur 2014
Ferðandi nummar 3.000.000 við Atlantic Airways
28. november 2014
Egyptaland kostaði eisini í 1. ársfjórðingi 2014
24. apríl 2014
Results of the Offer for Shares in Atlantic Airways P/f
24. apríl 2014
Result of Extraordinary General Meeting 31 March 2014
31. Mars 2014
Sjálvboðið keypstilboð til partaeigarar í Atlantic Airways P/f
07. mars 2014
Eykaaðalfundur 31.mars 2014
07. mars 2014
Seinasta BAE RJ-100 úr flotanum hjá Atlansflogi
11. februar 2014
Atlantic Airways to buy the privately owned shares in the company
10. februar 2014
Atlantic Airways wins tender to provide Statoil helicopter service
09. januar 2014