Hoyringssvar til uppskotið um at lækka ferðaavgjaldið

Yvirskipað heldur Atlantic Airways, at tað er sera gott at skipanin við ferðaavgjaldinum verður broytt, soleiðis at gjaldið verður lækkað. Hetta er eitt gott signal fyri ferðavinnuna og vísur, at tað er politiskur vilji til at gera karmarnar hjá vinnuni betur.

Okkara hægsta raðfesting vildi verið at fingið stimbrað eini betur nýtslu av tøkum kapasiteti í føroysku flutnings- og ferðavinnuni. Tí mælir Atlantic Airways til, at ferðaavgjaldið fellur burtur í tíðarskeiðinum 28. oktober (alternativt 1. november) til 28. mars (alternativt 31. mars), tí hetta vil stimbra ferðsluna og ferðavinnuna í lágárstíð. Fyri 2013 kundi tíðarskeiðið verið ásett til at verið frá 1. oktober, so upphæddin kom at passa betur.

Viðvíkjandi aktuella uppskotinum um lækkan av ferðaavgjaldinum, so er ætlanin at seta lækkingina í verk frá 1. mars 2013. Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at bókingaskipanin kann setast til at taka hædd fyri lækkaða ferðaavgjaldinum. Tí mugu vit fáa eitt skotbrá uppá í minsta lagi ein mánaða at fáa gjørt neyðugu broytingarnar, so ferðaseðlaprísirnir verða lækkaðir samsvarandi lækkaða ferðaavgjaldinum. Av tí at tað ikki fer at bera til at lata teimum, sum longu hava keypt ferðaseðil, pening aftur vegna lækkað ferðaavgjald, mæla vit til, at gildiskoman verður ásett, soleiðis at hon er galdandi fyri ferðaseðlar, sum eru seldir frá tí degi, broytingin er kunngjørd.


Stjóraskifti í Atlantic Airways
17. novembur 2013
Fleiri ferðafólk og størri umsetning triðja ársfjórðing
01. novembur 2013
Atlantic Airways avlop fyrra hálvár 2013
21. august 2013
Ferðafólk undir læknahond í Bergen
30. juni 2013
Atlantic Airways setir kós ímóti suðurlondum
27. juni 2013
Atlantic Airways gjørt nýggjan sáttmála uttanlands
4. mars 2013
Ársaðalfundur 2013
13. februar 2013
Atlantic Airways 17,1 mió. kr. í avlopi í 2012
12. februar 2013