Fleiri ferðafólk og størri umsetning triðja ársfjórðing

Úrslitið eftir skatt hjá Atlantic Airways triðja ársfjórðing í 2013 var 11 mió. kr. samanborið við 15 mió. kr. í 2011. Úrslitið fyrstu níggju mánaðirnar var 14,4 mió. kr. samanborið við 16,2 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Ferðafólkatalið øktist úr 163.032 fyrstu níggju mánaðirnar í 2012 upp í 177,957 sama tíðarskeið í ár. Óvanliga nógvar avlýsingar í juli kostaðu tó felagnum 8,5 mió. kr., og havandi hetta í huga stóð felagið seg væl.

"Ferðafólkatalið vaks níggju prosent triðja ársfjórðing, og hetta er á sama stigi sum fyrra hálvár. Størri flogfør hava skapt rúm fyri kappingarførari prísum, og vøksturin sæst bæði millum føroyingar og útlendingar. Íløga í marknaðarføring av Føroyum og lægri ferðaavgjøld kunnu í framtíðini skunda undir meira ferðing,” sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Umsetningurin hjá Atlantic Airways vaks úr 170 mió. kr. triðja ársfjórðing í 2012 upp í 189 mió. kr. í 2013. Næsta Airbus-flogfarið kom í flotan í juni og tað triðja fyrst í oktober.

“Raksturin er effektiviseraður, regulariteturin er vorðin betri, og vit kunnu flúgva til fleiri ferðamál við nýggju flogførunum. Vóru Airbus-flogførini ikki útgjørd við RNP AR-navigatiónsútgerðini, høvdu eini 20 flogfør aftrat vent við í mjørkaveðrinum í juli. Nútímansgerðin av flotanum og flogvøllinum hevur havt sera stóran týdning fyri felagið,” sigur Magni Arge.

Hann fegnast um, at tað gongur skjótt framá við nýggju farstøðini á flogvøllinum. Trýstið var óvanliga stórt á starvsfólk og skipanir, tá ólagið var á ferðsluni í summar, og tí er brúk fyri betri umstøðum at avgreiða tílíkar støður.

Atlantic Airways væntar, at úrslitið í 2013 verður heldur minni enn í 2012. Felagið fleyg ikki til Egyptalands fyri Atlantis Rejser frá august til fyrst í oktober orsakað av órógv har, og nú flúgvingin er tikin uppaftur, fer helst at taka tíð at fáa ferð á hana aftur. Eginognin var 256 mió. kr. 30. september 2013.


Stjóraskifti í Atlantic Airways
17. novembur 2013
Atlantic Airways avlop fyrra hálvár 2013
21. august 2013
Ferðafólk undir læknahond í Bergen
30. juni 2013
Atlantic Airways setir kós ímóti suðurlondum
27. juni 2013
Atlantic Airways gjørt nýggjan sáttmála uttanlands
4. mars 2013
Ársaðalfundur 2013
13. februar 2013
Atlantic Airways 17,1 mió. kr. í avlopi í 2012
12. februar 2013
Hoyringssvar til uppskotið um at lækka ferðaavgjaldið
22.jan 2013