Atlantic Airways setir kós ímóti suðurlondum

Atlantic Airways setir kós ímóti suðurlondum

 

Airbus-flogførini hjá Atlantic Airways fáa úr at gera hesa vikuna. Leygardagin flýgur felagið fyrsta túrin til Milano í Italia. Flogfarið er fullsett. Hetta er onnur farleiðin í suðurlond hjá Atlantic Airways. Hin er millum Føroyar og Barcelona.

 

Haraftrat byrjar samstarvið við Atlantic Rejser hesa vikuna. Fríggjadagin flýgur nýggja Airbus-flogfarið úr Billund til Hurgada í Egyptalandi, leygardagin gongur leiðin úr Billund til Antalya í Turkalandi og sunnudagin til Sharm el Sheikh í Egyptalandi.

 

Nýggju Airbus-flogførini hava økt munandi um virkismøguleikarnar hjá Atlantic Airways, og flogførini eru beinleiðis orsøkin til, at felagið hevur gjørt tvær samstarvsavtalur við Atlantic Rejser um flúgving suðureftir frá 2013 til 2016.

 

Ferðin til Milano leygardagin er eisini eitt vegamót í flogsøguni. Nú ber føroyingum til at flúgva beinleiðis úr Vágum til norðuritalska høvuðsstaðin at skoða verkini hjá so mætum listafólkum sum Leonardo da Vinci og annars njóta matstovur, handilslívið og góða veðrið har.

 

Úr Milano slepst eisini skjótt víðari til alskyns frítíðarpláss í Italia, eitt nú vatnbýirnar Como og Lecco og Venezia, Gardasjógvin og hövuðsstaðin í Toscana Firenze. Kendastur av hesum býum er helst Venezia, har siglt verður í gondol millum húsini.


Stjóraskifti í Atlantic Airways
17. novembur 2013
Fleiri ferðafólk og størri umsetning triðja ársfjórðing
01. novembur 2013
Atlantic Airways avlop fyrra hálvár 2013
21. august 2013
Ferðafólk undir læknahond í Bergen
30. juni 2013
Atlantic Airways gjørt nýggjan sáttmála uttanlands
4. mars 2013
Ársaðalfundur 2013
13. februar 2013
Atlantic Airways 17,1 mió. kr. í avlopi í 2012
12. februar 2013
Hoyringssvar til uppskotið um at lækka ferðaavgjaldið
22.jan 2013