Atlantic Airways gjørt nýggjan sáttmála uttanlands

Tíðindaskriv:

Atlantic Airways hevur gjørt enn ein sáttmála við donsku ferðaskrivstovuna, Atlantis Rejser, um leiguflúgving. Talan verður um flúgving suðureftir úr Keypmannahavn frá oktober 2013. Atlantis Rejser leggur serliga stóran dent á Egyptaland sum ferðamál og var fyrsta norðurlendska ferðaskrivstovan, sum beyð ferðafólki at flúgva til Sharm el Sheikh.

Sáttmálin er í fyrsta umfari galdandi til 2016. Umsetningurin er mettur til 80 mió. kr. í 2013 og 2014. Atlantic Airways skal flúgva fyri Atlantis Rejser úr Keypmannahavn alt árið.

Í november gjørdu Atlantis rejser og Atlantic Airways sáttmála um flúgving úr Billund. Nýggja avtalan ber í sær, at Atlantic Airways fer at útvega sær eitt triðja flogfar av slagnum Airbus 319, sum væntandi kemur í flotan í oktober mánaði. Flogfarið skal eisini røkja flúgving til Føroya úr Keypmannahavn umframt aðra leiguflúgving. Næsta Airbus-flogfarið væntast í juni.

"Hendan avtalan er sera týdningarmikil fyri okkum, og vit eru takksom fyri tað álit, Atlantis Rejser hevur víst okkum sum flogfelag. Samstarvið við donsku ferðaskrivstovuna um flúgving suðureftir styðjar væl upp undir okkara mál at fáa fleiri flogfør av slagnum Airbus 319 í flúgving. Samstarvið við kilenska flogfelagið DAP ruddar samstundis slóð fyri at minka um talið á teimum eldru British Aeospace-flogførunum. Eitt flogfør fór til Kili millum jóla og nýggjárs, og útlit eru til, at tað næsta fer til Kili í oktober," sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Í flotanum hjá felagnum eru í løtuni eitt Airbus 319-flogfar, trý flogfør av slagnum British Aerospace og haraftrat tvær tyrlur. Móti ársenda roknar felagið við at hava trý Airbus-flogfør og eitt av slagnum Birtish Aerospace. Atlantic Airways hevur sum fremsta mál at røkja sambandið millum Føroyar og umheimin, men avtalur um leiguflúgving hava leingi verið eitt gott íkast í raksturin og menningina av felagnum.


Stjóraskifti í Atlantic Airways
17. novembur 2013
Fleiri ferðafólk og størri umsetning triðja ársfjórðing
01. novembur 2013
Atlantic Airways avlop fyrra hálvár 2013
21. august 2013
Ferðafólk undir læknahond í Bergen
30. juni 2013
Atlantic Airways setir kós ímóti suðurlondum
27. juni 2013
Ársaðalfundur 2013
13. februar 2013
Atlantic Airways 17,1 mió. kr. í avlopi í 2012
12. februar 2013
Hoyringssvar til uppskotið um at lækka ferðaavgjaldið
22.jan 2013