Atlantic Airways avlop fyrra hálvár 2013

Úrslitið hjá Atlantic Airways annan ársfjórðing í ár eftir skatt var 6,2 mió. kr. samanborið við 5,7 mió. kr. í 2012. Úrslitið fyrra hálvár í 2013 var 3,5 mió. kr. samanborið við 1,4 mió. kr. í 2012. Fleiri ferðafólk hava flogið við felagnum fyrra hálvár í ár enn í fjør. Vøksturin á 7 prosent stendst av, at fleiri setur hava verið í útboði, og at fleiri lágprísferðir eru seldar


Samlaða sølan hjá felagnum vaks úr 215 mió. kr. fyrra hálvár í fjør upp í 234 mió. kr. sama tíðarskeið í ár. Úrslitið áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar fyrra hálvár í ár var 37,7 mió. kr. samanborið við 31,7 mió. kr. somu tíð í fjør. Úrslitið áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar annan ársfjórðing í ár var 24,3 mió. kr. samanborið við 24,7 mió. kr. í fjør.

"Vit hava flogið fleiri ferðafólk fyrra hálvár í ár enn í fjør, tí vit við Airbus-flogfarinum øktu um kapasitetin fyrsta ársfjórðing, og tí fleiri lágprísferðir hava verið í útboði. Í juni kom næsta Airbus-flogfarið í flotan og fór m.a. at flúgva til Milano. Hendan farleiðin hevur verið sera væl umtókt bæði millum føroyingar og italienarar, eins og ferðafólk hava tikið væl undir við øktu flúgvingini til Barcelona,” sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Við næsta Airbus-flogfarinum er leiguflúgvingin eisini økt. Felagið hevur í summar flogið fyri fleiri danskar ferðaskrivstovur til ferðamál í Grikkalandi, Sisilia, Sardinia, Korsika, Spania, Tunesia, Egyptalandi, Turkalandi og til Grønlands. Triðja Airbus-flogfarið kemur í oktober og skal í vetur fyrst og fremst í leiguflúgving úr Danmark. Flogfarið skal eisini styðja upp undir flúgvingina millum Føroyar og Danmark um summarið.

Atlantic Airways hevði serstakliga stórar avbjóðingar av liggjandi mjørkaveðrinum í Føroyum í juli. Áhaldandi mjørkaveðrið kostaði felagnum millum 7,5 og 8,5 mió. kr. í eykaútreiðslum. Airbus-flogførini eru útgjørd við framkomnastu navigatiónsútgerð, teirri sonevndu RNP AR-útgerðini, og hetta spardi felagið fyri 20 afturvendingar í tíðarskeiðnum frá 28. juni til 24. juli, tá 54 flogfør annars vendu við ella avlýstu.

 

Danska uttanríkisráðið hevur fyri kortum mælt fólki frá at ferðast til Egyptalands, sum støðan er har í løtuini. Triðja ársfjórðing ávirkar hetta ikki leiguflúgvingina hjá felagnum stórvegis, tí flúgvingin hagar hendan ársfjórðingin er avmarkað, men heldur støðan fram fjórða ársfjórðing, tá meiri flúgving verður, kann tað ávirka ársúrslitið.

 

“Sum støðan er í løtuni, vænta vit, at ársúrslitið verður á leið tað sama sum í fjør, men fyrivarni skal takast fyri hækkandi oljuprísum, óstøðugum veðri og óstøðugum viðurskiftum í Egyptalandi,” sigur Magni Arge. 


Stjóraskifti í Atlantic Airways
17. novembur 2013
Fleiri ferðafólk og størri umsetning triðja ársfjórðing
01. novembur 2013
Ferðafólk undir læknahond í Bergen
30. juni 2013
Atlantic Airways setir kós ímóti suðurlondum
27. juni 2013
Atlantic Airways gjørt nýggjan sáttmála uttanlands
4. mars 2013
Ársaðalfundur 2013
13. februar 2013
Atlantic Airways 17,1 mió. kr. í avlopi í 2012
12. februar 2013
Hoyringssvar til uppskotið um at lækka ferðaavgjaldið
22.jan 2013