Atlantic Airways 17,1 mió. kr. í avlopi í 2012

Úrslitið hjá Atlantic Airways í fjør var 17,1 mió. kr. fyri skatt og 14 mió. kr. eftir skatt. Felagið rakk hesum avlopi, hóast kapitalkostnaðurin øktist 13 mió. kr. av íløguni í nýggja Airbus-flogfarið, og felagið hevði munandi eykaútreiðslur av órógv í flogferðsluni.

Farna árið var eitt tað mest avbjóðandi árið í søguni hjá Atlantic Airways. Størsta avbjóðingin var at fáa nýggja Airbus-flogfarið í flotan, men átakið eydnaðist væl, og fíggjarliga royndist árið eisini hampiliga væl.

Avlopið var 17,1 mió. kr. fyri skatt samanborið fyri 27,5 mió. kr. í 2011. Bæði í juli og desember varð flogferðslan illa darvað. Í juli stóðust trupulleikarnir av vánaligum veðri og í desember, tí Airbus-flogfarið fekk skaða undir lasting í Kastrup og mátti úr flúgving í tríggjar vikur. Samanlagt kostaði hetta felagnum góðar 8 mió. kr.

"Samanumtikið kunnu vit vera nøgd við úrslitið, tí vit høvdu rættiliga stórar avbjóðingar í 2012. Størsta avbjóðingin var at tryggja eina væl skipaða innfasing av nýggja Airbus-flogfarinum, men avbjóðingarnar fevndu eisini um nýggja rutu og munandi øking í tyrluvirkseminum," sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Felagið fór í fjør at flúgva so langt suður sum til Barcelona við føroyskum ferðafólkum. Hetta gjørdist møguligt við nýggja Airbus-flogfarinum og var ein atvoldin til, at kapasiteturin á rutuflúgvingini til og úr Føroyum øktist 10 prosent. Fleiri prísátøk vórðu eisini sett í verk, og samanlagt ferðaðust 15.000 fólk fleiri á rutunum til og úr Føroyum í fjør. Eisini varð felagið heiðrað sum ársins flogfelag við bronsumerki á aðalfundi hjá European Regions Airline Association, m.a. fyri at hava tikið í nýtslu slóðbrótandi RNP AR-navigatiónstøknina.

Ferðafólkatalið við flogførum og tyrlum í 2012 var tilsamans 267.000 samanborið við 260.000 í 2011. Vøksturin stóðst av vaksandi ferðafólkatali við rutuflogførum og tyrlum, meðan færri flugu leiguflúgving. Tyrluraksturin hilnaðist væl í 2012, tá felagið leigaði eina AW-139-tyrlu til frálandaflutning aftrat teimum báðum Bell 412-tyrlunum, ið røkja bjargingar- og ferðafólkaflúgvingina í Føroyum.

Umsetningurin hjá Atlantic Airways var 501 mió. kr. samanborið við 435 mió. kr. í 2011. Eginpeningurin er nú 247 mió. kr. og solvensurin 49%. Nevndin skýtur upp, at partaeigararnir fáa 4 mió. kr. í vinningsbýti. Í ár verður virksemið hjá felagnum ikki minni enn í 2012:

"2013 verður eitt merkisár fyri Atlantc Airways. Felagið kann 28. mars hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin síðan fyrsta túrin úr Vágum, vit eru farin at flúgva leiguflúgving suðuri í Kili, og haraftrat kemur næsta Airbus-flogfarið í flotan í juni. Avbjóðingar og spennandi uppgávur fara ikki at tróta," sigur Magni Arge.


Stjóraskifti í Atlantic Airways
17. novembur 2013
Fleiri ferðafólk og størri umsetning triðja ársfjórðing
01. novembur 2013
Atlantic Airways avlop fyrra hálvár 2013
21. august 2013
Ferðafólk undir læknahond í Bergen
30. juni 2013
Atlantic Airways setir kós ímóti suðurlondum
27. juni 2013
Atlantic Airways gjørt nýggjan sáttmála uttanlands
4. mars 2013
Ársaðalfundur 2013
13. februar 2013
Hoyringssvar til uppskotið um at lækka ferðaavgjaldið
22.jan 2013