Ársaðalfundur 2013

Ársaðalfundur í P/F Atlantic Airways verður fríggjadagin 8. mars 2013 kl. 16:30 í Gamla Skúla, (Musikskúlin) í Sørvági, Skúlabrekkan 4, 380 Sørvágur.

Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast á telduposti [email protected] ella á høvuðsskrivstovu felagsins á telefon 341030. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum er mánadagin 4. mars kl. 16:00.

Innkallingin til aðalfundin sæst her:
Aðalfundarlýsing2013.pdf (229 KB)

Fulltrú til aðalfundin:
Fulltrú-2013.pdf (91 KB)
Fulltrú til nevndina-2013.pdf (91 KB)
Skrivlig atkvøða - 2013.pdf (96 KB)

-----------

Partaeigarar kunnu fyri nevndini skrivliga seta fram krav um at taka upp ávíst evni til dagsskránna á vanliga aðalfundinum, um tað verður sett fram í seinasta lagi 6 vikur fyri, at aðalfundurin skal haldast. Fær nevndin kravið seinni enn 6 vikur fyri, at aðalfundurin verður hildin, ger nevndin av, um kravið er sett fram í so góðari tíð, at evni kann verða sett á dagsskránna.

Nevndin í felagnum gevur í fyrsta lagi 5 vikur og í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin boð um fundin við útgreinan av tíð, stað og fundarskrá.


Stjóraskifti í Atlantic Airways
17. novembur 2013
Fleiri ferðafólk og størri umsetning triðja ársfjórðing
01. novembur 2013
Atlantic Airways avlop fyrra hálvár 2013
21. august 2013
Ferðafólk undir læknahond í Bergen
30. juni 2013
Atlantic Airways setir kós ímóti suðurlondum
27. juni 2013
Atlantic Airways gjørt nýggjan sáttmála uttanlands
4. mars 2013
Atlantic Airways 17,1 mió. kr. í avlopi í 2012
12. februar 2013
Hoyringssvar til uppskotið um at lækka ferðaavgjaldið
22.jan 2013