Stuðulspolitikkur

Høvuðsendamálið hjá Atlantic Airways er at veita Føroyum eitt trygt, búskaparliga burðardygt, fjølbroytt og altjóða kappingarført loftvegis samband við útheimin. Sum virkin luttakari í samfelagnum stuðlar felagið eisini bæði bólkum og einstaklingum.

 

Stuðulsveitingar eru fyri okkum ein íløga, og tí vilja vit fegin hava nakað afturfyri stuðulin. Vit stuðla ítróttini og mentanini, tí vit halda, at samfelagið eigur at hava eitt sunt mentanar- og ítróttalív. Vanliga stuðla vit landsliðum heldur enn lokalum liðum, eins og vit vilja lívga um góð talent, sum kunnu gera vart við seg og Føroyar uttanlands.

 

Allar umsóknir skulu vera skrivligar, tí bert skrivligar umsóknir verða viðgjørdar. Á hendan hátt halda vit, at øll fáa møguleikan og verða viðgjørd eins. Í umsóknini skal greitt koma fram, hvat endamálið er við tiltakinum, hvat stuðulin skal nýtast til, og hvat Atlantic Airways fær afturfyri.

 

Av tí, at Atlantic Airways hevur avmarkaða fíggjarorku, er játtanin til stuðul sjálvsagt avmarkað, og tí má hvør stuðulsumsókn viðgerast gjølla og øll fáa skrivligt svar. Verður umsókn um stuðul send minni enn ein mánað áðrenn tiltakið, verður sæð burtur frá umsóknini.

 

LISTAFLOG 

Atlantic Airways setti seint í 2016 á stovn grunnin Listalfog, hvørs endamál er at stuðla føroyskari list fíggjarliga og við ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við listaligt arbeiði og/ella ávísa listaverkætlan. 

Stuðulin, ið er 100.000 krónur um árið, verður latin eina ferð árliga, nevniliga tann 28. mars, sum er dagurin, Atlantic Airways fór á flog fyri fyrstu ferð. 

Til ber at søkja um stuðul frá fyrst í februar til miðjan mars á hvørjum ári, nærri dagfestingar verða tilskilaðar hvørt ár, tá ið lýst verður við hesum. 

Les meiri um Listaflog í viðtøkunum, sum tú kanst finna her. 

 

 

Vit vísa eisini til Loftbrúgvin til listafólk, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið. Endamálið er at breiða kunnleikan um føroyska mentan í útlondum við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum við loftvegis flutningi til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar. 

 

Les meira og finn umsóknarskjal HER >>

 

Aðrar úmsóknir, ið ikki eru umfataðar av omanfyristandandi, kunnu sendast til okkum á: 

 

Atlantic Airways,

Sølu og Marknaðardeildin,

380-Sørvágur.

 

Ella t-post til: [email protected]