Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at trygd, stundvísi, og at kundin og úrslitið altíð verða sett í hásæti. Umleið 180 fólk (2017) starvast hjá føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági.
Atlantic Airways hevur trý flogfør og tvær tyrlur. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondini Skotland, Ísland og Noreg og til sól-ferðamál sunnanfyri um summarið, umframt #SÓLUMVETURIN á Gran Canaria frá desember til mars. Harumframt verður tøka orkan brúkt til leiguflúgving ymsastaðni í Evropa.
Tyrlurnar hjá Atlantic Airways eru partur av tilbúgving Føroya; tað merkir, at hvønn dag, alt árið, er ein manning tøk og kann fara avstað í eini handarvend til leiti- og bjargingaruppgávur á sjógvi og landi. Tyrlan røkir somuleiðis rutuflúgvingina millum oyggjarnar.
Kom við okkum til arbeiðis - og fá innlit í okkara spennandi gerandisdag á landi, í luftini og allastaðni har í millum.
Hvussu breið er veingjavíddin á Williami (RCJ)? Og hvussu nógvum ferðandi er pláss fyri umborð á Ingálvi (RCK)? Sí allar smálutirnar um okkara vøkru flogfør her.
Atlantic Airways stuðlar bæði mentan og ítrótti í breiðari merking. Her finnur tú upplýsingar um, hvussu tú søkir stuðul og sjálvandi eisini upplýsingar um stuðulsskipanina Listaflog.
Her finnur tú búmerkið, kunning um litirnar hjá Atlantic Airways og ymiskt annað.
Okkara egna poddvarp, har tú fært ferðaprei, samrøður og nógv annað.
Skalt tú hava fatur á okkum? Hygg her!
Kundi tú hugsað tær at arbeitt hjá Atlantic Airways? Her sært tú leys størv hjá okkum.
Her finnur tú upplýsingar um, hvussu tú kemur í samband við okkum, innlit í okkara visjón, missión og virðir og ymiskt annað.
Atlantic Airways hevur dagført mannagongdina viðvíkjandi viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Farspor verða brúkt til greining og eftirmetingar fyri, at vit kunnu betra um okkara heimasíðu, vísa tær viðkomandi innihald og yvirhøvur geva tær eina góða heimasíðuuppliving.