_

Søgan

1987 - FELAGIÐ STOVNAÐ
Fyrst í november leggur Lasse Klein, landssýrismaður, uppskot fyri løgtingið um at stovna føroyskt flogfelag. Landsstýrið skal eiga 51 prosent í felagnum, og danska Cimber Air skal eiga 49 prosent. Tann 10. november sama ár verður Atlantic Airways formliga sett á stovn.

1988 - FYRSTI TÚRURIN
Atlantic Airways flýgur sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmarkar. Løtan er hátíðarlig, tá ið nýggja flogfarið fer avstað við fyrstu ferðafólkunum við kós ímóti Keypmannahavn. Føroyskur hugni og føroyskar flogternur seta sín serliga dám á umborð.

1990 - ATLANTIC REVIEW
Atlantic Review kemur út á fyrsta sinni. Blaðið leggur frá fyrsta degi dent á at lýsa Føroyar og føroyingar í væl frágingnum greinum við góðum myndum.

1992 - NÝGGJAN PARTAPENING
Búskaparliga skrædlið í Føroyum rakar eisini flogferðsluna, og landsstýrið noyðist at seta 75 mió. kr. í nýggjum partapeningi í felagið, og Cimber Air fer úr felagnum. Við hesum inntrivinum og nýggja hangarinum í Vágum styrkist grundarlagið.

1994 - FJØLBROYTTARI VIRKSEMI
Strandferðslan hevði upprunaliga tyrluflúgvingina millum oyggjarnar um hendi, men hetta árið ger landið avtalu við Atlantic Airways um at standa fyri flúgvingini. Virksemið hjá felagnum verður nú fjølbroyttari.

1995 - FYRSTA AVLOPIÐ
Fyrsti stjórin í felagnum, Heri Mortensen, fer frá, og Magni Arge tekur við sum stjóri. Felagið fer undir at flúgva til Íslands í samstarvi við Air Iceland. Fyri fyrstu ferð hevur Atlantic Airways avlop á rakstrinum og setir sær fyri at menna flogleiðir til øll grannalondini.

1997 - TIL GRØNLANDS
Uppaftur meiri ferð kemur á virksemið hjá felagnum, tá ið farið verður undir flúgving millum Ísland og Grønland í samstarvi við íslendingar. Felagið flýgur eisini nakrar leigutúrur millum Keypmannahavn og Bosnia, har borgarakríggj herjaði millum 1992 og 1995. Atlantic Airways er fyrsta norðurlendska felagið, sum tekur uppaftur flúgving til Bosnia.

1998 - TIL SKOTLANDS
Flúgvingin hjá felagnum er nógv økt, og felagið fær tørv á einum flogfari afturat, sum í fyrstu syftu verður leigað til Føroya. Sjøtul verður settur á rutu til Skotlands, og túratalið millum Føroyar og Danmark verður økt.

1999 - TIL NOREGS
Felagið fær tørv á eini varandi loysn viðvíkjandi flogførunum, tí víðkaða flúgvingin fær stóra undirtøku millum manna, og felagið fer eisini undir at flúgva til Noregs. Farið verður til samráðingar um at keypa næsta flogfarið í oktober, og sáttmáli verður undirskrivaður um at lata felagnum flogfarið í februar í 2000.

2000 - FLOTIN VEKSUR
Atlantic Airways fær annað flogfarið í flotan 2. februar. Flogfarið er av slagnum British Aerospace eins og fyrsta flogfarið. Felagið brynjar seg eisini til at gera sáttmálar um flutning millum Aberdeen og Vágar í sambandi við oljuleitingar kring Føroyar og bjargingararbeiði fyri Fiskimálaráðið.

2001 - STÓRIR SÁTTMÁLAR
Sambært sáttmála við Fiskimálaráðið skal felagið fáa til vega nýggja bjargingartyrlu og næstu 10 árini standa fyri leiting og bjarging kring Føroyar. Bjargingartyrlan Bell 412 kemur til Føroya sjálvan flaggdagin. Felagið ger eisini avtalu við Amerada Hess, BP og Statoil um at flúgva manningar úr Aberdeen til Vágar og saman við Bristow Helicopters standa fyri flutningi út á boripallarnar. Eisini verður farið undir beinleiðis ferðir úr Føroyum til London.

2002 - FERÐAFÓLKATALIÐ TVÍFALDAÐ
Ferðafólkatalið hjá felagnum fer á fyrsta sinni upp um 100.000. Hetta er stór øking samanborið við 1995, tá ið talið var um 50.000. Íroknað ferðafólkatalið eru tey, sum flúgva við tyrlunum innlendis. Tey eru sjey prosent av øllum ferðafólkunum, og tey, sum flúgva við flogførunum, eru 93 prosent. Økta útboðið skapar øktan eftirspurning.

2004 - KAPPINGIN HARÐNAR
Kappingin millum Atlantic Airways og Mærsk Air harðnar, tá ið Mærsk setir í verk skipan, sum noyðir fólk at flúgva við øðrum felagnum fyri at fáa ókeypis ferð. Atlantic Airways svarar aftur, og tey flestu taka av Súluskipanini. Mærsk gevst í oktober, og Atlantic Airways verður einsamalt um flúgvingina. Felagið keypir triðja flogfarið og fer at flúgva fyri Aker í Noregi. Felagið flýgur eisini leiguflúgving millum Keypmannahavn og italsku býirnar Perugia og Ancona.

2005 - AIRBUS VITJAR
Fyri allarfyrstu ferð setir eitt flogfar av slagnum Airbus seg í Føroyum. Fleiri hava ivast í, um eitt so stórt flogfar kundi lenda á breytini í Vágum, men innflúgving og lending verða avgreidd uttan trupulleikar. Vitjanin er ein fyriboðan um nýggjar tíðir í Atlantic Airways. Felagið keypir fyrsta Avro RJ flogfarið frá Swiss. Flogfarið tekur fleiri ferðafólk og røkkur longri enn British Aerospace flogførini. Felagið vinnur heiðurin ‘Ársins Átak’ á Vinnudegnum.

2006 - FØROYSK KAPPING
Atlantic Airways fær kapping frá nýggja føroyska flogfelagnum, FaroeJet. Felagið fer undir flúgving í mai og heldur fram til desember, tá ið felagið noyðist at gevast. Eginpeningurin er tá uppi. Atlantic Airways yvirtekur flogfarið hjá FaroJet og flýgur túsundtals strandaðar jólagestir heim úr Danmark. 10. oktober fer eitt flogfar hjá Atlantic Airways út av flogvøllinum í Stord í Noregi. Fýra fólk lata lív, teirra millum flogternan Guðrun Hervør Joensen úr Bø, 41 ára gomul.

2007 - Á PARTABRÆVAMARKNAÐIN
Felagið keypir tvey Avro RJ flogfør aftrat frá Swiss og skrivar sáttmála við SAS um umfatandi flúgving millum Keypmannahavn og eitt nú London og Stavanger. Ein triðingur av Atlantic Airways verður einskildur, og felagið verður skrásett á partabrævamarknaðinum í Íslandi, ICEX. Eftir skrásetingina er felagið hvønn dag til próvtøku á fíggjarmarknaðinum, har íleggjarar kunnu keypa og selja partabrøv í felagnum. Felagið verður heiðrað sum ársins lærupláss í danska kongaríkinum.

2008 - AIRBUS BÍLAGDUR
Atlantic Airways ger 30. januar sáttmála við Airbus um at byggja eitt nýtt flogfar av slagnum Airbus 319. Flogfarið verður munandi størri enn British Aerospace flogførini, sum hava verið brúkt síðan byrjanina, og hevur pláss fyri 144 ferðafólkum. Flogfarið fer eisini at kunna flúgva nógv longri teinar beinleiðis, eitt nú til londini við Miðjarðarhavið. Um várið kemur nýggj Augusta Westland 139 tyrla í flotan.

2009 - REPA SEGLINI
Felagið hevur á fyrsta sinni hall síðan 1994. Fíggjarkreppa, minkandi virksemi og kreppa í altjóða flogvinnuni eru orsøkin til hallið. Felagið hevur sett umfatandi tiltøk í verk at laga virksemið til. Tá ið flest fólk vóru í starvi, vóru 285 starvsfólk í felagnum, og sjey flogfør flugu um 15.000 tímar. Tvey flogfør fara úr flotanum, túrarnir fækka, leiguflúgvingin minkar munandi, og starvsfólkatalið minkar niður í 165.

2010 - AFTUR Á BEINT
Atlantic Airways hevur aftur avlop á rakstrinum. Avlopið er 12,3 mió. kr. eftir skatt samanborið við 6,6 mió. kr. í halli árið fyri, hóast øskuskýggj úr Eyjafjallajøkli í Íslandi leggja flogferðsluna lamna í fleiri vikur. Eginpeningurin er nú 227 mió. kr. og solvensurin 56 prosent. Partaeigararnir fáa 7,5 mió. kr. í vinningsbýti.

2011 - MARKNAÐARFØRA FØROYAR
Sáttmáli verður gjørdur um at selja Augusta Westland 139 tyrluna. Longda flogbreytin í Vágum verður tikin í nýtslu í desember, og felagið røkkur einum av bestu úrslitunum higartil. Felagið fær eisini silvursteyp, tá ið heiðurslønir fyri bestu lýsingarátøk verða handaðar í gamla keypsskálanum í Keypmannahavn. Átakið marknaðarførir ikki bara felagið í donskum miðlum, men allar Føroyar.

2012 - AIRBUS KEMUR
Hátíðardámur er á flogvøllinum, tá ið nýggja Airbus 319 flogfarið kemur til Føroya úr Hamburg. Umboð fyri m.a. Føroya landsstýri og felagið eru við á hesum fyrsta túrinum. Hópur av fólki tekur ímóti. Sjøtul verður settur á eina nýggja tíð í føroyskari flúgving við nýggjum flogfari og slóðbrótandi navigatiónstøkni, sum tryggjar økt reglusemi. Felagið fer at flúgva til Barcelona og fær bronsumerki sum ársins evropeiska flogfelag frá European Regions Airline Association.
Felagið stendur fyri tyrluflúgving í sambandi við oljuleiting hjá Statoil og er við í fleiri truplum bjargingarátøkum.

2013 - ATLANTIC AIRWAYS 25 ÁR
Felagið kann hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin síðan fyrsta flogtúrin millum Vágar og Keypmannahavn. Eginognin hjá felagnum er 247 mió. kr., og føroyingar kunnu nú eisini flúgva beinleiðis til Milano aftrat Barcelona. Felagið ger fleiri sáttmálar um leiguflúgvingar suðureftir úr Danmark, og næstu Airbus-flogførini væntast í flotan í juni og oktober. Felagið fer undir leiguflúgving í Kili.
Magni Arge fer frá sum stjóri , og Jørgen Holme verður fyribilsstjóri í felagnum.

2014 - FERÐAFÓLK NUMMAR 3.000.000
Løgtingið samtykkir at keypa triðingin av Atlantic Airways, sum varð einskildur í 2007, aftur, og sostatt eigur landsstýrið nú aftur alt felagið.
Seinasta BAE-Avro RJ-100 flogfarið fer úr flotanum, og Atlantic Airways brúkar nú bara Airbus. Ferðafólk nr. 3.000.000 við Atlantic Airways fer á flog seinast í november.

2015 - NÝGGJAR TYRLUR
Atlantic Airways skiftir tyrluflotan út og keypir tvær nýggjar AW139 tyrlur í staðin fyri tær 20 ára gomlu Bell 412 tyrlurnar.
Nýggju tyrlurnar eru betur útgjørdar til bjargingararbeiði og eru yvirhøvur betri og rúmligari.
Í juni verður skrivað undir avtalu við flogverksmiðjuna Airbus um ein nýggjan Airbus A320.
Jóhanna á Bergi verður sett sum stjóri í Atlantic Airways, og hon tekur við starvinum 1. september.

2016 - SVEIGGJ, SÚLUSKIPAN OG #SÓLUMVETURIN
Atlantic Airways tekur stig til at bjóða ungum og lesandi at ferðast fyri serligan prís við ungdóms- og lestrarferðaseðlinum SVEIGGJ.
Súluskipanin verður endurstovnað, eftir at SAS sigur upp EuroBonus-avtaluna, og nýggja Airbus A320 flogfarið kemur í flotan í desember. Eisini fer Atlantic Airways undir beinleiðis vetrarflúgving til Gran Canaria og kann nú bjóða føroyingum #SÓLUMVETURIN

2017 - 30 ÁR Á FØROYSKUM VEINGJUM
Atlantic Airways fyllir 30 ár, og í hesum sambandi fáa flogfør og tyrlur nøvn eftir mætum listafólkum. Flogførini fáa nøvnini William (Heinesen), Elinborg (Lützen) og Ingálvur (av Reyni). Tyrlurnar eita Sámal (Joensen-Mikines) og Ruth (Smith). Í hesum sambandi verður stuðulsskipanin Listaflog eisini sett á stovn, sum á hvørjum ári letur 100.000 kr. til eina ella fleiri listaverkætlanir og/ella listafólk.

2018 - NEO-FLOGFØR OG HOTELL
Avtala verður undirskrivað við amerikanska felagið um langtíðarleigu av tveimum nýbygdum Airbus A320neo. Tað fyrsta flogfarið skal vera klárt fyrsta ársfjórðing í 2019. Neo flogførini brúka minni olju og hava minni útlát enn vanlig Airbus flogfør.
Í februar verður kunngjørt, at Atlantic Airways og LÍV fara undir stórfingna hotellverkætlan við Staravegin í Havn, og seinni sama ár verður Martin Restorff settur sum stjóri.

2019 - METÁR
Í juni skrivar Atlantic Airways undir avtalu við Airbus um at keypa tvey nýggj Airbus A320 flogfør, og bert ein mánað seinni kemur fyrsta neo-flogfarið til Føroya.
Árið gerst somuleiðis metár við sløkum 340.000 ferðandi.

2020 - KORONA STEÐGAR FLOGFERÐSLUNI
Koronufarsóttin leggur allan heimin lamnan, og koronukreppan merkist av álvara í flogvinnuni. Túratalið og ferðamálini hjá Atlantic Airways verða nógv skerd, og tí verður neyðugt at siga uml. 90 fólkum úr starvi. Flogfelagið fær 100 mió. krónur í fíggjarligum styrki frá landinum fyri at tryggja gjaldførið.
Í oktober letur Hilton Garden Inn Faroe Islands dyrnar upp á fyrsta sinni, og fyrstu tíðina eru tað serliga føroyingar, ið vitja og gista á hotellinum.
Handan av flogførunum, sum annars skuldu latast Atlantic Airways seint í 2023 og fyrra hálvár 2024, verður útsett til 2027 og 2028.

2021 - SPAKULIGA UPP Í FERÐ
Á sumri 2021 fór spakuliga at ganga framá eftir koronuheimsfarsóttina. Flogið varð til átta ferðamál, og ferðafólkatalið fór so spakuliga aftur at vaksa.
Seinasta Airbus A319 flogfarið í flotanum varð útleigað til felag á Kanarisku oyggjunum.

2022 - LUFT UNDIR VEINGIRNAR
Ferð kemur nú veruliga á virksemið aftur, hóast korona framvegis órógvar fyrstu mánaðirnar í árinum. Tó ikki meira enn so, at árið gerst tað besta síðani metárið 2019 við uml. 350.000 ferðafólkum.
Fyrst í juni skrivar Atlantic Airways undir avtalu við fronsku fyritøkuna Thales um at keypa spildurnýggjan, nýmótans tyrlusimulator, ið skal vera klárur til nýtslu fyrsta ársfjórðing í 2024. Kostnaðurin liggur um 100 mió. krónur.