Um okkum

Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at trygd, stundvísi, og at kundin og úrslitið altíð verða sett í hásæti. Umleið 180 fólk (2017) starvast hjá føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági.

Atlantic Airways hevur trý flogfør og tvær tyrlur. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondini Skotland, Ísland og Noreg og til sól-ferðamál sunnanfyri um summarið, umframt #SÓLUMVETURIN á Gran Canaria frá desember til mars. Harumframt verður tøka orkan brúkt til leiguflúgving ymsastaðni í Evropa. 

Tyrlurnar hjá Atlantic Airways eru partur av tilbúgving Føroya; tað merkir, at hvønn dag, alt árið, er ein manning tøk og kann fara avstað í eini handarvend til leiti- og bjargingaruppgávur á sjógvi og landi. Tyrlan røkir somuleiðis rutuflúgvingina millum oyggjarnar. 

_

Við okkum til arbeiðis

Kom við okkum til arbeiðis - og fá innlit í okkara spennandi gerandisdag á landi, í luftini og allastaðni har í millum.

_

Søgan

Fá innlit í søguna hjá føroyska flogfelagnum frá stovnan til dagin í dag. Trýst her.
_

Flotin

Hvussu breið er veingjavíddin á Williami (RCJ)? Og hvussu nógvum ferðandi er pláss fyri umborð á Ingálvi (RCK)? Sí allar smálutirnar um okkara vøkru flogfør her.

_

Stuðulspolitikkur

Atlantic Airways stuðlar bæði mentan og ítrótti í breiðari merking. Her finnur tú upplýsingar um, hvussu tú søkir stuðul og sjálvandi eisini upplýsingar um stuðulsskipanina Listaflog.

_

Tíðindi

Nýggjastu tíðindini frá flogfelagnum liggja her.
_

Miðlar

Her finnur tú búmerkið, kunning um litirnar hjá Atlantic Airways og ymiskt annað.

_

Poddvarp: Loftrúmið

Okkara egna poddvarp, har tú fært ferðaprei, samrøður og nógv annað. 

_

Samband

Skalt tú hava fatur á okkum? Hygg her!

_

Leys størv

Kundi tú hugsað tær at arbeitt hjá Atlantic Airways? Her sært tú leys størv hjá okkum.

_

Felagið

Her finnur tú upplýsingar um, hvussu tú kemur í samband við okkum, innlit í okkara visjón, missión og virðir og ymiskt annað. 

_

Tínar persónsupplýsingar

Atlantic Airways hevur dagført mannagongdina viðvíkjandi viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

_

Farsporpolitikkur

Farspor verða brúkt til greining og eftirmetingar fyri, at vit kunnu betra um okkara heimasíðu, vísa tær viðkomandi innihald og yvirhøvur geva tær eina góða heimasíðuuppliving.

_

Samstarv við flogfeløg

Les meira um okkara interline- og codeshare-avtalur, og hvussu hetta tryggjar eina betri ferðauppliving fyri okkara ferðandi.