Sumba fær fyrstu vitjanina

Fyrsta føroyska bygdin, sum fekk vitjan av einum flogfari, var Sumba. Trý amerikonsk hernaðarflogfør vóru síðst í juli 1924 farin eina ferð kring jarðarknøttin, og ætlanin var, at tey skuldu lenda í Føroyum. Stutt áðrenn tey skuldu koma, frættist tó, at tey fóru at halda leiðina fram úr Kirkwall í Orknoyggjum beinleiðis til Íslands.

Leygardagin 2. august fóru flogførini úr Kirkwall, men tvey teirra vendu aftur, tí so tjúkt var í mjørka, og boðaðu frá, at triðja flogfarið ivaleyst var vilst í mjørkanum. Eitt telegramm úr Onglandi til Føroya segði, at vilsta flogfarið hevði verið á veg ímóti Føroyum. Tað hildu fólk kundi passa, tí í Sumba og Vági høvdu tey hoyrt dunið frá einum flogfari.

Morgunin eftir fóru hini bæði flogførini aftur úr Kirkwall. Fyrrapartin kom annað flúgvandi lágt inn yvir Sumbiarbygd og slepti niður eini boð. Studenturin Einar Djurhuus fann boðini og las tey. Har varð sagt, at vilsta flogfarið hevði sett seg á sjógvin 115 fjórðingar úr Orknoyggjum, og at boð beinanvegin máttu sendast amerikanska krússaranum "Richmond" um hetta.

Sýslumaðurin sendi boðini víðari, men vildi eisini sum skjótast koma flogfarinum til hjálpar og ætlaði at senda hvalabátarnar út at leita, men teir vóru allir úti. Fleiri tímar gingu, og onki hoyrdist aftur um flogfarið. So um 5-tíðina hendan seinnapartin komu boð um, at "Richmond" hevði bjargað bæði manning og flogfari.

 
USS Richmond undir seinna heimsbardaga